UEFA Cup-fótbóltur
(Sosialurin, Oslo) At tað kundi spyrjast eitt mál burturúr í dystinum á Svangaskarði fyri tveimum vikum síðani, var kanska ikki so óvænta, tí NSÍ hevði sínar møguleikar í dystinum.
Men at tað skuldi gerast yngsti maður á liðnum, ið skoraði fyrsta altjóða málið hjá NSÍ, var kanska eitt sindur minni væntandi. Í øllum førum kom tað óvart á høvuðspersónin sjálvan:
- Eg fataði tað slettis ikki beinanvegin. Tað sást kanska eisini á, at eg gjørdi ikki tað stóra burturúr, beint eftir at bólturin var farin í málið. Ikki fyrr enn norðmenninir góvu bóltin upp á miðjuni, byrjaði eg at skilja, at eg altso hevði skotið eitt altjóða mál, sigur bara 18 ára gamli Jústinus R. Hansen.
Hann er feskur á besta NSÍ-liðnum, hóast hann í fjør kom inn í tveimum dystum og í ár hevur verið við í nógvum dystum. Og í fyrra dystinum móti Lyn var hann nóg illa komin á vøllin, tá hann fekk málið, ið setti NSÍ á máltavluna.
- Samanlagt var eg bara inni í einar tíggju minuttir, og eg haldi at eg hevði bara verið inni í tríggjar, tá málið kom, greiðir Jústinus frá.
- Bólturin var nokk so knappliga har, og so gjørdist eg púra fríur. Málmaðurin stóð heldur uttarlaga, so eg skjeyt bara bóltin upp um hann og í málið.
Spurdur, um hann verður líka kaldur, um hann fær ein líknandi kjans í kvøld, sigur Jústinus, at tað ætlar hann sær í øllum førum at vera.
- Bara at vera við er ein nóg stór uppliving í sjálvum sær, men tá so onkrir kjansir koma, er at fáa sum mest burtur úr teimum. Eg vænti ikki at byrja inni, men fái eg møguleikan, vil eg gera mítt besta, sigur altso yngsti maður á liðnum hjá NSÍ.