- Tað sær sera gott út fyri føroyska gastronomi

Seks føroyskar matstovur eru umboðaðar í viðurkenda matblaðnum White Guide í ár

Hvørt ár jagstrar viðurkenda matblaðið, White Guide, tær bestu matstovurnar í danska kongaríkinum. Mánadagin kemur ársins útgáva av White Guide Danmark út, har tær 153 bestu matstovurnar verða valdar út.

 

Fyri fyrstu ferð nakrantíð verða heili seks føroyskar matstovur umboðaðar í White Guide, og sigast kann tí ikki annað, enn at blómutíðin í føroysku matvinnuni bara tykist halda fram.

 

Hesar matstovurnar eru Koks, Ræst, Áarstova, Fútastova, Frumbiti og Barbara.

 

 

Eitt skattakamar við góðum rávørum

 

Redaktørurin í White Guide Danmark, Jacob Lövenlund, hevur verið í Føroyum í ár sum ein av ummælarunum. Hann hevur fylgt væl við føroysku matvinnuni seinastu fimm árini, White Guide Danmark er komið út, og hann meinar, at okkurt serligt er yvir gastronomiini í Føroyum.

 

- Menningin hevur gingið støðugt fram eftir seinastu árini, og tað sær sera gott út fyri føroyska gastronomi í løtuni. Tað er gleðiligt og deiligt, at føroyingar hava uppdagað, hvussu fantastiskt eitt skattakamar Føroyar hava, tá tað kemur til góðar rávørur. Serliga í havinum, men seyðurin er eisini óvanliga góður, og hesi tingini hava føroysku matstovurnar dugað væl at gagnnýt, sigur Jacob Lövenlund. 

 

Les longri samrøðu við danska White Guide redaktørin og ummælarin í Vikuskiftis Sosialinum, sum er komin í búðirnar kring landið.