Tað sær svart út á Fugloynni

Símun Gullaksen býr einsamallur í húsum sínum í Hattarvík á Fugloynni. Hann sær ikki ljóst upp á framtíðina fyri oynni.Um 15 ella 20 fólk eru fastbúgvandi á oynni, og einans tvey skúlabørn eru har

Striltið gekk at fáa fatur á nøkrum fugloyingi fyri at fregnast um støðuna á oynni. Ringt varð til fleiri, men telefonin svaraði ikki nakrastaðni. Nú vóru góð ráð dýr. Ljós skal varpast á útjaðarastøðuna í næsta blað, men enn væntar fugloyingurin.
So er bara eitt at gera. At ringja til onkran fugloying, sum er búsitandi í Klaksvík. Eivind Jacobsen er ein, og hann er bæði blíður og hjálpsamur í telefonini.
Nú er tað soleiðis, at verfaðir hansara er í Klaksvík, og hann vil fegin tosa við Sosialin.
Símun er áttati ára gamalur og er komin til Klaksvíkar í læknaørindum. Hann er væl fyri, hóast høga aldurin, og hann hevur ongar ætlanir um at flyta av oynni fyri tað, um støðan er, sum hon er.
? Eg veit ikki, ein er kanska nakað trekur at rýma av rókini, sigur hann seigliga, meðan hann samstundis viðgongur, at tað er sera einsligt til tíðir at sita einsamallur í Hattarvík.

Ongi børn
Umframt Símun búgva fýra aðrir menn í Hattarvík. Tann yngsti er 59 ár, og tað heldur Símun, sigur alt um støðuna.
? Bygdarfólkið telur fimm mans, ein 59 ár, tveir verða 65, ein er 67 og eg sjálvur eri 80. Her eru ongi børn og ei heldur nakað konufólk, so her er ongi útlit fyri nøkrum børnum, sigur hann álvarsamur.
Á Kirkju er heldur frægari. Har búgva eini 12-15 fólk, og har eru tvey skúlabørn. Men samlaða útlitið fyri oynni, er Símun kortini ikki bjartskygdur um.
Hann minnist aftur á, tá hann sum blaðungur var liðugur í skúlanum.
? Tá vóru 28 børn í skúlanum. Men tíðirnar broyttust og so við og við sum allir hentleikarnir komu, so hvurvu bygdarfólkini, sigur hann. Sjálvur eigur hann seks børn, men ongi av teimum búgva á Fugloynni í dag.
? Soleiðis er tað bara vorðið, staðfestir Símun.

Gott ferðasamband
Símun letur væl at ferðasambandinum við Fugloynna. Hann heldur ikki, at fugloyingar kunnu klaga um tað.
? Vit hava tyrluna tríggjar ferðir um vikuna, og Másin siglir hvønn dag. Enntá tvær ferðir um dagin tríggjar dagar um vikuna um summarið. Tað er bara heilt gott, sigur hann.
Men samstundis ásannar hann, at tað sær ikki gott út fyri Fugloynna. Hann ger onki fyri at krógva, at hann sær fyri sær, at Fugloyggin kann fara at verða avtofta skjótt.
Spurdur um tað er so galið, at hann fer at verða tann seinasti, sum fer av bygdini, svarar hann, at hann væntar, at hann, sum er avgreiðslumaður og tekur sær av postinum verður síðstur av oynni.
? Nei, nei her sær ikki gott út. Vit eru fimm gamlir menn í Hattarvík. Kanska ein undirsjóvartunnil hevði bøtt um støðuna, men tað verður helst dekan ov longi at bíða til tað tíð, sigur Símun Gullaksen.

Myndatxt til bara Símun:
Símun Gullaksen er ein av fimm monnum, sum býr í Hattarvík á Fugloynni. Yngsti maður í bygdini er 59, og Símun staðfestir, at tað sær svart út fyri bygdini

Myndatxt til Símun við børnum:
Tveir langabbasynir hjá Símuni, Eivindur og Sigmar, í fanginum á honum. Útlitini fyri fleiri børnum á Fugloynni er døpur, sambært Símuni. Sum er, eru tvey skúlabørn á oynni