Tað sær svart út við fuglaveiðuni

- Eg kikaði eystur í hav í morgun, men har kundi eg bert staðfesta tað eg visti frammanundan: Har var als eingin svartfuglur at síggja. Soleiðis hevur tað tíverri verið ein stóran part av árinum, sigur René Hansen í Nólsoy.
Støðan er hin sama á øðrum støðum í landinum.


René er ein av teimum sum dámar væl at vera á fuglaveiðu.
Hann hevur tó sæð og staðfest tann veruleika, at støðan hjá  svartfuglinum er alt annað enn góð.
Bæði hjá lundanum, lomviganum og álkuni hevur ein staðfest eina stóra afturgongd í tali. Og einki er sum bendir á nakran bata í so máta.
- Í ár hevur verið sera lítið til av lunda. Ja, eg vil siga, at árið í ár er beinleiðis ússaligt, staðfestir René.
Hann hevur undanfarin ár skrivað væl niður, tað sum menn hava fingið í fleyging. Og her siga tølini alt: Higartil í ár hava teir bert tikið einar 1300 lundar. Eitt miðalár var talið upp móti 12.000!
Úr Skúvoy og Mykinesi berast somu óhugaligu tíðindi.
 
Einki rokár
Úr Mykinesi sigur Esbern í Eyðansstovu at gongdin har er hin sama sum á hinum støðunum.
- Støðan er als ikki so góð sum hon eigur at vera, sigur Esbern.
Teir hava nærum ikki sæð sildbera í ár, men hava hinvegin sæð nakað av lunda á sjónum. Trupulleikin hevur bert verið hann, at lundin í alt ov lítlan mun er farin á flog.
Av hesi orsøk hevur jú ikki borið til hjá monnum at fleyga henda lundan. Í ár verður tí ikki talan um nakað rokár hjá mykinesmonnum, tá talan er um fleyging.
Okkurt árið hava teir fingið heilt upp í 25.000 lundar, men í ár man tað neyvan fara at tátta í meiri enn einar 6.000 lundar.
Lítið hevur verið at sæð til lomvigan og álkuna, og tá talan er um rituna er bert ein evarska lítil partur av pisunum komin undan í ár.
- So her er skilligt at her er ikki rætta vorðið við svartfuglinum, sigur Esbern, sum harmast um gongdina.
Orsøkin til hesa negativu gongdina tey seinnu árini er helst vantandi føði hjá svartfuglinum.
 
Horvin
René Hansen sigur, at teir fyrr í summar sóu nakað av svartfugli á sjónum kring Nólsoynna. Onkrar dagar hava teir sæð svartfugl í einar 2-3 fylgjandi dagar, men so er hann horvin aftur.
- Men í seinastuni hevur einki verið at sæð, sigur René.
Í seinastu viku var ein maður á fleygi og fekk hann heilar 150 lundar. Hetta var í roynd og veru tað mesta sum nakar maður hevur fingið í summar.
Úr Skúvoy frættist. at har hevur heilt lítil lundi verið í summar. Har kunnu teir taka eini 1000 lundar, men higartil í ár er ikki fleiri enn stórthundrað lundar fleygaðir í ár.
- Eingin veit um slíkt áður. Tað sama ger seg eisini galdandi fyri lomvigan og álkuna, verður sagt.