Tað segði bara klikk

Ein 21 ára gamal maður varð í grundlógarhoyri í Føroya rætti í kvøld varðhaldsfongslaður til 1. juni.

Hetta var í sambandi við ymist, sum maðurin gjørdi seinastu nátt í Suðuroynni.

Hann fór runt í oynni í bili sínum við byrsu, og hann læt fleiri skot av bæði í Vági og í Øravík. Í Øravík setti hann eisini eld á.

Aftaná rendi hann á ein politibil, sum stóð tvørtur um vegin.

Maðurin er skuldsettur fyri drápsroynd, at hava sett fleiri lív í vága, fyri eldáseting og fyri at hava yvirfallið tveir politistar.

Meðan maðurin situr varðhaldsfongslaður, skal hann persóns- og mentalkannast.

Maðurin var fullur, tá ið hann framdi illgerðirnar. Í rættinum krógvaði hann ikki, hvussu ólukkuligur hann var.

Myndirnar tók Jóan Hendrik Jacobsen