Tá selektivi tíðindaflutningurin er meginreglan?

Í farnu viku setti undirritaði landsstýrismanninum í fíggjarmálum grein 52a-fyrispurning um uppáhaldið, at samgongan kostar verkafólkum 1100 kr/mðr.

 

Uppáhald, sum fíggjarráðgevi hjá FA fleiri ferðir hevur varpað almenninginum. At lýsa faktisku viðurskiftini, varð fyrispurningur tí settur landsstýrismanninum.

 

Spurningar og svar eru at finna á logting.fo (grein 52a, nr. 72: Um verkafólk missa 1100 kr/mðr. orsakað av politikki samgongunnar).

 

Ein viðkomandi spurningur og svar, skuldi man hildið. Men ikki í KvF.

 

Spurningarnir, sum settir vórðu, hava annars verið umrøddir og viðgjørdir upp í saman í tinginum og eisini svaraðir, uttan at KvF nakrantíð hevur lýst hetta álvarsmál fyri almenninginum. Kanska tí, at svarini ikki passa í málaðu myndina hjá KvF?

 

Tá so FA aftur almannakunngjørdi somu skeivu upplýsingar á aðalfundinum fyri uml. trimum vikum síðani, valdi undirritaði at seta landsstýrismanninum spurningar um skeiva uppáhaldið hjá fíggjarráðgevaranum hjá FA um lønir, skattir og eftirlønir v.m.

 

Øll vita, at hetta var skjótt hjá landsstýrismanninum (umsitingini) at svara uppá. Sum nevnt, hevur landsstýrismaðurin upp í saman svarað spurningunum í tinginum og í 2012 sendi Fíggjarmálaráðið tíðindaskriv út um tað sama mál.

 

Nóg mikið at trivið í.

Svarið frá landsstýrismanninum kom í so týskvøldið. Viðkomandi svar við talvum, har uppáhaldið frá FA og eisini andstøðuni var greitt afturvíst.

 

So har skuldi verið nóg mikið at trivið í hjá KvF og miðlunum annars, men so eiðasørt.

 

Redaktørurin í ÚF skipaði tó so fyri, at tíðindini skoytaðu tvørturum spurningar og svar, og ístaðin var søgan, at undirritaði fær skjótari svar enn onnur tingfólk?

 

Altso, nú skuldi varpast eitt missteinkiligt ljós á svargongdina og soleiðis sleppa KvF undan at viðgera svarini.

 

Síðuvinningurin hjá KvF var so, at almenningurin heldur ikki hesaferð fekk innlit í faktiskar upplýsingar, men harafturímóti aftur varð fóðraður við upplýsingum um, at okkurt odiøst ella óreiðiligt fyriferst millum landsstýrismannin og samgongulim. Henda miðlaviðferðin í KvF er átaluverd.

 

Upp í móti hesi tíðindaviðferðini av samgonguni/landsstýrinum er tað alkent, at bara tað lotar úr onkrum andstøðulimi, so er KvF á staðnum í stundini. Dømini eru ótald.

 

T.d. setti ein tjóðveldistingkvinna herfyri ein grein 52a-spurning. Spurningur og svar vóru ikki bert viðgjørd í KvF, nei spyrjarin slapp enntá at kommentera svarið?!

 

Hetta er so selektiva støðan hjá KvF, sum í roynd og veru er bæði margháttlig og óvirðilig.

 

Annars er at siga, at í øllum samgongum er tað siðvenja, at samgongufólk ikki leggja lógaruppskot og uppskot til samtyktar fyri tingið.

 

Einasti máti hjá samgongufólkum at gera vart við ymisk politisk mál er at seta fyrispurningar. Tí er tað eisini burturvið av KvF at sáa iva um, at samgongufólk seta landsstýrisfólkum spurningar.

 

Aðrir spurningar lagdir til viks

Farna hálva árið hevur undirritaði sett fleiri aðrar viðkomandi skrivligar, munnligar og grein 52a spurningar í Løgtinginum.

 

Onkrir eru í hissini umrøddir í KvF, kortini als ikki teir, sum lýsa viðkomandi og faktisku støðuna, um lønar-, skattlig-, veitingar- og onnur líknandi viðurskifti.

 

Hesir spurningar og svar hava verið tagd burtur, allarhelst tí, at svarini frá embætisverkinum (sum kunnugt er tað embætisverkið og ikki landsstýrismaðurin sum gera svarið) ikki eru í samljóði við ta myndina, sum m.a. KvF hevur málað av umrøddu viðurskiftunum og samgonguni farnu 3-4 árini.

 

Úr rúgvuni kunnu verða nevndir hesir spurningar:

 

Skrivligur spurn. nr. 38: Um Føroyar skulu taka móti flóttafólki. Løgmaður svaraði og vardi orðaskiftið hálvantriðja tíma í Løgtinginum. KvF tók slettis ikki málið uppá tungu.

 

Skrivligur spurningur nr. 28: Um lønarinntøkur, skattir, gjøld og frádráttir fyri ymsu lønarbólkarnar. Tilsaman 16 spurningar.

 

Landsstýrismaðurin (umsitingin) svaraði sera neyvt í januar. Svarið var heilar 8 síður langt við væl útgreinaðum talvum. Harumfarmt vóru eisini 4 fylgiskjøl.

 

KvF hirdi ikki at umrøða sera viðkomandi upplýsingarnar við einum orði.

 

Grein 52a-spurningur, nr. 32: Um støðuna hjá støkum uppihaldarum undir forsorg og hjá somu lutað út á bólkar.

 

Svarið frá landsstýrismanninum (umsitingini) var sera áhugavert, væl uppsett við ógvuliga greiðum talvum. Eitt sera positivt svar um forsorgartilboðini.

 

KvF viðgjørdi slettis ikki viðkomandi svarini. Kortini ringdi áðurnevndi redaktørur, tá tíðindakvinna, og vildi hava at vita, hvat motiv var fyri at seta spurningin?

 

Svaraði henni greitt upp á hennara ivasemi, og segði hon, at hon skuldi ringja aftur og gera samrøðu.

 

Tað gjørdi hon sjálvandi ikki. Ístaðin fann KvF aðra vinkling, sum lítið hevði við sjálvan spurningin at gera - nevniliga, at húsarhald, sum tjena meira enn 247,900 kr, ikki fáa frípláss á dagstovni, men skulu rinda vaksandi part av ansingargjaldinum.

 

So her var ein funnin fressur at senda eina negativ-søgu, so tíðindakvinnan gjørdi samrøðu við Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, um frípláss í ansingarstovnum, sum er kommunumál......? Tað var so tann umrøðan í KvF.

 

At forsorgarøkið generelt í Føroyum er betri enn í øllum grannalondunum (kanska undantikið í DK) var als ikki umrøtt. Hugvekjandi má sigast.

 

Tað má metast undranarsamt, at tá landsstýrisfólk svara spurningum um faktisku viðurskiftini í samfelagnum, serstakliga har svarini eru í andsøgn við ta mynduna, sum er málað fyri almenninginum - ja, so er einki miðlajørðildi, har spurningar og svar eiga nakran møguleika.

 

Ikki serliga reiðiligt í fólkaræði, sum somu siga seg umboða.

 

Heilsan
Bjarni Djurholm, løgtingsmaður