»Tað skal loysa seg at arbeiða« - Reality-check, Jørgen

Dávid Isfeld
--------
Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt formannin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, siga: “Tað skal loysa seg at arbeiða”. Hetta er ein setningur, eingin kann vera ósamdur við. Jørgen virðir tíverri ikki sín yndissetning - hvat sigur tað ikki nógv um hansara virðing fyri teimum lágløntu og vanligu alment løntu.

Vanligar lønir
Vit hava sæð ymiskar talvur við tølum fyri inntøkur og skattaprosent, so tað fari eg ikki at gera meira við her. Meginparturin av teimum alment løntu t.d. sjúkrarøktarfr., lærarar, námsfr. og skrivstovufólk hava eina inntøku á 20–25 túsund kr um mánaðin. Hetta er ein stórur partur av arbeiðsmarknaðinum, sum ikki hevur møguleika til at arbeiða meira; tí skuldi hesi verið so “heppin” at arbeiða yvir/eykavaktir o.t., so skulu tey avspáka hetta yvirskot – eingin inntøku øking.
Um vanlig arbeiðsfólk ella handverkarar skulu koma upp á eina árs-inntøku, sum gevur teimum ein munandi skattalætta, so skulu tey arbeiða 50-55 tímar um vikuna – ikki bert í eitt tíðarskeið, men hvørja arbeiðsviku í árinum. Hetta kunnu vit einfalt ikki bjóða hesum arbeiðsbólki, og hesum skal hesin bólkur sanniliga heldur ikki finna seg í.

Retoriskt bluff
Orðini “tað skal loysa seg at arbeiða” er sunnur fornuftir og rættvíst, og tískil sera lætt at taka undir við. Men hesi orð eru ósonn, tá ið tey verða nýtt sum grundgeving fyri flatskattaskipanini. Hetta er eitt retoriskt bluff, ein politisk snilda og óbeinleiðis lygn, ið riggaði. Hetta er ikki gor og gall frá vánaligum taparum, sum nú verður sagt av og á; hetta er harmiligur og órættvísur veruleiki – men bert um tú vilt ásanna veruleikan, ístaðin fyri framhaldandi at trúgva upp á eitt bluff, tí tú góðtrúgvin setti krossin við vón um fleiri pengar. Hóast tú ert lumpaður, nýtist tú ikki at finna teg í hesum órættvísi.
Tað fer ikki at loysa seg at arbeiða hjá teimum, ið hava tørv á meira pengum – eins og tað er nú.

Rættvísur lætti
Hetta kundi verið gjørt soleiðis, at yvirtíð og eykavaktir varð skattað fyri seg og ikki saman við føstu lønarinntøkuni; soleiðis, at skatturin ikki hækkaði við tíni vaksandi inntøku. Tá hevði tað loyst seg at arbeitt, og tað hevði tú kunnað gjørt í tíðarbilum og ikki hvørja viku. Eitt loft kundi t.d. verið sett á: yvirtíð/eykavaktir fyri 50.000 kr um árið. Ein annar møguleiki kundi verið at hækka botnfrádráttin á miðalinntøkum.