Týskvøldið hin 22. september klokkan 19.30 verður fyrilestur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni.
Tað verða hjúnini, Birgitte og Poul Nygaard, sum fara at halda fyrilestur við heitinum "Hvordan deler vi liv med hinanden efter dødsfald?"
Birgitte er námsfrøðingur, og Poul er lækni. Tey hava seinastu 17 árini havt sorgarbólkar í Norðurjútlandi.
- Birgitte og Poul fara at greiða frá sínum arbeiðshættum, og høvi verður at seta spurningar. Fyrilesturin er ætlaður øllum, ið kenna til sorg ella eru um menniskju, sum eru í sorg.
Tað sigur Hanus á Gørðum, sóknarprestur.