Týsdagin var ein maður, sum var ákærdur fyri at hava gjørt seg inn á ein 9 ára gamlan drong, fríkendur í Føroya Rætti.
Ákæruvaldið kravdi, at maðurin varð fongslaður í minst eitt ár, men dómarin fríkendi mannin.
Dómarin segði, at frágreiðingin hjá dreinginum tóktist verða eftirfarandi, men eingi vitni kundu stuðla frágreiðingini, og eingi teknisk prógv vóru fyri brotunum.
Tá maðurin noktaði seg sekan í ákærunum, var tað orð móti orði, og so brúkti dómarin meginregluna í rættarskipanini um, at allur ivi skal koma tí ákærda til góðar.
Kann fáa endurgjald
Tann 51 ára gamli var handtikin 17. november, og dagin eftir var hann varðhaldsfongslaður.
Maðurin var ákærdur fyri í seks førðum at hava gjørt seg kynsliga inn á ein 9 ára gamlan drong. Fimm av brotunum skuldu verða farin fram í heiminum hjá manninum, og eitt í heiminum hjá dreinginum.
Maðurin, sum varð frídømdur, hevur sitið 25 dagar í varðhaldi, og hann kann nú søkja um endurgjald fyri hetta.
Ákæruvaldið hevur ikki tikið støðu til um dómurin skal skjótast inn fyri landsrættin.