Um undirritaði eigur sín part av ábyrgdini, skal eg gjarna taka hana uppá meg. Ongin orsøk skuldi verið til gamalt stríð, tí við Hvítubók er komið eitt sakligt grundarlag á borðið, sum gevur okkum framúr møguleikar at seta orð á ósemjurnar, uttan at duka hvønn annan í høvdið.
Framtíðarstøðan
ikki partapolitikkur
Tann størsti trupulleikin er helst, at dottið verið aftur í gamlan partapolitikk, tá avgerð skal takast um framtíðarstøðuna. Um tað bert snýr seg um at verja sína egnu borg, er sera trupult at koma víðari. Tá snýr alt seg um at markera seg, uttan kanska at vilja nakað annað, enn júst hetta.
Soleiðis verður roynt at kroysta hvønn annan inn í løgnar básar fyri at verja sítt gamla territorium.Vit hava sæð tað so ofta, tá fullveldisætlanin verður viðgjørd: Júmen, Tjóðveldisflokkurin sleppur at leika í samgonguni, og hann vil kubba og kvetta í morgin. Hann vil offra vælferðina. Hann vil eksperimentera og leypa av vippuni uttan at vita um vatn er í hylinum.
Men hetta er bara ikki so. Tvørturímóti.
Sáttmálin um samstarv
Ætlan samgongunnar byggir á eina semju millum 4 flokkar á tingi um at fáa greitt ríkisrættarligu støðuna soleiðis:
?At fáa gjørt ein sáttmála millum tveir javntsettar, suverenar partar. Hetta er tað, sum liggur í orðinum fullveldi.
?Sum longu varð ásett í samgonguskjalið og í viðmerkingum til tingssamtyktina frá 2. oktober í fjør, so er fyrimyndin tann danskt-íslendski samveldissáttmálin frá 1918. Onkur hevur eisini nevnt hetta eina samríkjalóg ? t.v.s. ein sáttmáli millum tvey sjálvstøðug ríki.
?Sáttmálin skal áseta framtíðarsamstarv um kongshús, gjaldoyra, útbúgving, uttanríkismál og ríkisborgararættindi hvør hjá øðrum.
?Sáttmálin skal eisini áseta eina fíggjarliga og búskaparliga uppgerð millum partarnar, soleiðis at ríkisveitingin verður minkað burtur í eini varligari tillaging
?Sáttmálin skal góðkennast av bæði løgtingi og fólkatingi og skal endaliga góðkennast á fólkaatkvøðu í Føroyum.
Semja um málini
Allir flokkar hava givið seg fyri at finna hesa semju og hon er higartil fylgd út í æsir. Flokkarnir eru samdir um, at vit skulu taka fulla ábyrgd av landinum og byggja upp ein sjálvbjargnan búskap uttan ríkisveitingar. Hetta krav mugu vit seta okkum fyri at mennast í einum heimi sum krevur meiri og meiri samstarv á øllum økjum. Vit vita, at tað verður eitt stórt tak, at skapa einar fult sjálvstøðugar Føroyar og ein sjálvbjargnan føroyskan búskap. Vit hava við Hvítubók fingið amboðini í hondina til at seta okkum fyri at lúka hesi krøv.
Ríkisveitingar ótryggar
Um vit ikki gera tað sjálvi nú, so koma onnur at seta treytirnar. Ríkisveitingin er ongin trygg inntøka, sum vit kunnu byggja búskapin á. Tí kann tað tykjast løgið, at minkingin í ríkisveitingunum verður brúkt sum grundgeving fyri at ganga ímóti ætlaninini um fullveldi. At tosað verður um lækkað livistøðið. Heldur átti spurningurin at verið:
?Ynskja vit at at tryggja eina gongd, har vit sjálvi hava ræðið á samfelagsbúskapinum, ella ætla vit at vakna við kaldan dreym, sum vit gjørdu í kreppuárunum?
?Vilja vit laga búskapin til nú, tá útgangsstøðið er søguliga gott, ella ætla vit aftur at gerast heft av donskum ríkisveitingum?
Fólkaræðislig avgerð
Spurningurin er í veruleikanum: Skulu vit fara til samráðingar við donsku stjórnina, har vit fáa staðfest, at vit hava evsta valdið og evstu ábyrgdina av okkara landi, og at vit vilja hava eitt skilagott samstarv við Danmark á hesum grundarlagi?
Vit kunnu semjast um at gera hetta á ein siviliseraðan hátt, har tað verður ein fólkaræðislig avgerð í Føroyum sum hevur endaliga orðið. Tað er tað, málið snýr seg um. Eg ivist heldur ikki í, at í Uttanlandsnevndini, har ongin tørvur er á at rópa ella markera seg, fer at bera til at finna eitt samráðingarmandat, sum fer at bera okkum á mál..
Høgni Hoydal