Tað stutta av tí langa! Til Jákup og Jákup

Poul Michelsen, løgtingskaður

 

 

 

Læt meg siga tað soleiðis: Tað sum eg havi sagt við Vinnutíðindi er rætt endurgivið og nakað sum eg meini fult og heilt. “Um føroyska samfelagið skal vera partur av alheimsgerini og tryggja framhaldandi búskaparvøkstur, má ein nýggjur - ein nýggjur altjóðavøllur byggjast innan 5 – 7 ár.

Hetta fær Jákup Persson til at endurgeva nøkur pettir úr onkrum av teimum nógvu frágreiðingunum, sum skrivaðar eru um flogvallir í Føroyum. Fyri mær er hetta ikki áhugavert, tí talan er her um vallir, sum í mesta lagi eru 1800 m.

Ein nýggjur altjóða flogvøllur má vera í minsta lagi 2200 m og kunna leingjast einar 500 til 800 metrar aftrat. Onki minni kann gera tað. Vit skulu hava tryggleika, álítandi títtleika og kappingarførar prísir innan ferðafólkaflutning eins og farmaflutning.

Eru vit ósamdir um tað – so kanst tú bara greiða okkum frá hví.

Til hin Jákup skal eg viðmerkja, at um bert ein grasvøllur var í Føroyum vildi FSF og føroyskur fótbóltur ikki klára sínar altjóða skyldur. Tórsvøllur er bygdur í samráð við allar partar – eisini FSF og hevur ikki til endamáls at niðurleggja ella niðurgera Svangaskarð.

Eg staðfesti bara, at Jákup ikki veit serliga nógv um, hvussu ætlanirnar á Toftum og í Havn í síni tíð blivu til – men tað kann Jákup so kanna. Verður hetta gjørt, eri eg vísur í, at vit í Havn onga orsøk hava fyri at hanga við høvdinum.

Ja, vit høvdu ein óhepna byrjan á Tórsvølli – kann tað gleða Jákup, so væl gagnist.

Men fyri at vera eitt lítið sindur illavorðin, so kann eg viðmerkja, at sjálvt um Tórsvøllur tekur sína tíð at byggja, so er tað, sum bygt er, ein partur av eini ætlan – sum verður eitt gott og virðiligt íkast til føroyskan altjóða fótbólt.

 

Hinvegin kann Jákup spyrja seg sjálvan um tað, sum skal byggjast skal aftrat Vága Floghavn nakrantíð verður partur av eini altjóða floghavn.

Um Vága Floghavn nakrantíð kann veita føroyingum tað neyðugu tænastu, sum ein altjóða flogvøllur skal gera.

Og hví hann heldur, at føroyingar eiga at góðtaka at liva við teimum avmarkingum, sum Vága Floghavn setur og altíð kemur at seta.

 

“At liva er ikki neyðugt, men at sigla er neyðugt” er eitt gamalt orðatak. Orðatakið kann í einum oyggjalandi, sum okkara víðkast til “At liva er ikki neyðugt, men at flúgva er.”