Fólkaflokkurin heldur lítið um kúvendingina hjá Tjóðveldisflokkinum á vinnupolitiska økinum. Søguliga hevur Tjóðveldisflokkurin altíð ligið á vinstra vonginum, men Tjóðveldisflokkurin hevur kúvent á vinnuøkinum. Flokkurin vil hava eitt frælst vinnulív, har politiska stýringin av vinnulívinum skal steðga.
Hugsjónarliga átti nýggi vinnupolitikkur Tjóðveldisfloksins at hóska væl til borgarliga búskaparpolitikkin hjá Fólkaflokkinum. Men so er ikki. Fólkaflokkurin heldur, at nýggi vinnupolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum er veruleikafjarður
Fólkaflokkurin heldur at tað er í tøkum tíma at endurskoða karmarnar fyri bæði rækju- og alivinnuna, sum hesar vinnur framhaldandi verður partur av føroyska búskapinum.
Frelst tjóðveldi
Formaður Fólkafloksins, Anfinn Kallsberg, heldur, at nýggi vinnupolitikkurin hjá Tjóðveldisflokkinum ber brá av at vera í so frelstur, sum hann málber seg. Fólkaflokkurin vil ikki útihýsa at geva kreppuraktum vinnum eina hjálpandi hond, tá á stendur.
? Beinleiðis stuðul til vinnulívið kemur ikki upp á tal, men vit ætla okkum at endurskoða karmarnar fyri bæði rækju- og alivinnuna. Vilja vit framhaldandi varðveita rækjuskipini og framhaldandi vera í kappingini við hini londini, so er neyðugt at endurskoða karmarnir, sum hesar vinnur virka undir, sigur Anfinn Kallsberg.
Løgmaður heldur, at tað er ómetaliga týdningarmikið, at søguligu veiðurættindini hjá rækjuvinnuni ikki gleppa føroyingum av hondum. Fyri at tryggja tað ikki hendur, vil Fólkaflokkurin virka fyri, at rækjuvinnan fær eina serliga skipan, so vinnan megnar at hóra undan
Anfinn Kallsberg nevndi DIS og FAS skipanirnar sum møguligar skipanir fyri rækjuvinnuna. Undir DIS og FAS skipanini eru hýrurnar skattafríar, men lønin er tá samsvarandi minni, um skattur hevði verið á lønini.
Fólkaflokkurin vil ikki læsa seg fastan til eina ávísa skipan, men er opin fyri teimum møguleikum, sum eru fyri at hjálpa rækjuvinnuni.
Spurdur um Fólkaflokkurin ikki var ov seinur á sjóarfallinum at veita rækjuvinnuni stuðul, tá eitt nú Hvilvtenni longu er farin av landinum, svaraði Anfinn Kallsberg fyri, at undanfarna samgongu hevði fingið hópin av uppskotum um at hjálpa rækjuvinnuni, men alt varð feiðað av borðinum.
Hann segði, at Fólkaflokkurin fór at gera tað hann var mentur fyri, at fáa vinnuna á føtur aftur. Umboð fyri flokkin løgdu kortini enn einaferð dent á, at talan varð undir ongum umstøðum at veita rakstar stuðul.
Fegnast
Ikki heilt óvæntað er herrópið, skattin niður, í valskráini hjá Fólkaflokkinum. Fólkaflokkurin lovar í komandi valskeiði at virka fyri, at skatturin á teimum seinast vunnu krónunum lækkar. Fólkaflokkurin fegnast um, at Sambandsflokkurin eisini hevur ítøkiliga ætlanir um at lækka sonevnda marginal skattin.
? Tað passar okkum sjálvsagt væl, at Sambandsflokkurin ætlar at lækka skattin. Vit undrast bara á, at Sambandsflokkurin ikki vil út við teirra framrokningum, tí eingin grund eigur at vera til, at alt skal vera so hemmiligt, vísir Anfinn Kallsberg á.
Sambandsflokkurin lovar í valskránni, at marginal skatturin skal lækka frá
verandi 56% til 40%. Flokkurin hevur kortini einki boð upp á, hvussu nógv føroyska samfelagið skal rinda fyri henda skattilætta.
Spurdur, um uppskotið hjá Sambandsflokkinum er realistiskt, svarar Anfinn Kallsberg, at hann royndi á einum valfundi mikukvøldi á Fossanesi at fáa umboðið hjá Sambandsflokkinum at greiða frá, hvussu nógv skattalættin fór at kosta, men umboðið hjá Sambandsflokkinum hevði einki svar.
Anfinn vænta sjálvur, at skal marginal skatturin lækka heilt niður á 40%, verður talan um eina upphædd fyri fleiri 100 tals mio. krónur. Løgmaður heldur at spurningurin um at fíggja ein skattalætta snýr seg sum øðrvísi raðfestingar í føroyska samfelagnum. Hann sigur seg vænta, at verður marginal skatturin lækkaður, verður viljin hjá fólki at arbeiða nógv størri og meir er eftir í almennu kassunum.