Tað tódnaði hjá Toda og teimum

Lyngby var væl upplagt, tá teir argaðu grannarnar og syrgdu fyri, at spurningurin um, hvør skal vinna DM, fer at hanga í leysum lofti í knappar tvær vikur

 

Superliga


Spenningurin er tryggjaður hjá føroyska ferðalagnum, sum ætlar sær av landinum og í Parkina í Keypmannahavn at hyggja at, tá FCK og Brøndby annan sunnudag í næstsíðsta umfarinum bresta saman.

Teir gulu úr Brøndby vóru sera hepnir, tá teir á útivølli í Silkeborg vunnu 1?0. Málið fingu teir í síðsta minuttinum undan steðginum.Svenski miðvallarin, Mattias Jonsson smekkaði til, bólturin rakti í ein av verjuspælarunum, og so noyddist landsliðsmálverjin, Peter Kjær, at standa og hyggja at, meðan bólturin fór í málið.

Sigurin hjá Brøndby var tann fyrsti í Silkeborg síðani 1997. Bæði liðini høvdu møguleikan at elta FCK í toppstríðnum. At Brøndby vann, og at Silkeborg tapti hevur við sær, at steypavinnararnir úr Silkeborg so at siga eru dotnir afturav í stríðnum um DM. Teir kendu tað eyka harmuligt, tí sannleikin var tann, at tað vóru teir, sum høvdu mesta spælið, og tað vóru teir, sum høvdu teir størstu møguleikarnar. Men teir vóru ikki nóg neyvir, og so stóð 37 ára gamli Mogens Krogh framúr væl í málinum hjá Brøndby.

At nógv stóð upp á spæl sást aftur á kortunum. Brøndby menninir fingu ikki færri enn seks gul kort. Men tey sótu so mikið væl, at eingin av teirra monnum fekk tvey kort, og tískil vóru teir bláu og gulu fullmannaðir alla tíðina.


Lyngby nýggjan leiklut

Í Parkini vóru 25.016 áskoðarar og teir nýttu góða veðrið og stóra spenningin. Lyngby var í vár við í toppstríðnum. Eftir sera soltið tíðarskeið, duttu teir niður í miðjuna í superliguni, men fram ímóti endanum á hesum kappingarárinum tykjast teir at hava fingið ein nýggjan leiklut í oddastríðnum.

Leikluturin er at arga liðini, sum kappast um DM. Mánakvøldið í síðstu viku vann Lyngby 2?1 í Brøndby, og í Parkini sunnudagin sást frá fyrsta bríksli, at gamla felagið hjá Toda Jónsson og nógvum øðrum FCK monnum ikki var komið á tjóðarleikvøllin fyri at vera statistar, meðan FCK spælararnir skuldu sóla sær til sigurin og harvið næstan meistaraheitið.

Lyngby var ágangandi, og tað var skjótt, at teir komu á odda. Miðvallarin Tobias Grahn fekk diagonalbólt úr vinstru, hann gjørdist leysur og sendi framvið norska FCK málverjanum, Thomas Myhre. So var 1?0 til gestirnar, og størsti parturin av veldugu áskoðarafjøldini hevði fingið sum vátan vøtt. Tvær ferðir fyrr í hesum kappingarárinum hevði Lyngby vunnið á FCK, og sjálvandi spøkti vandin fyri tapi hjá favorittunum og teirra stuðlum.


Todi fleiri ferðir upp á spæl

FCK var kortini ikki fyri ongum. Teir høvdu bóltin nógv, og teir høvdu møguleikar. Og aftur hesa ferð vóru tað Sibisusa Zuma og Todi Jónsson, sum gjørdu um seg í álopinum. Zuma var um reppið at skora, tá 20 minuttir vóru farnir, og átta minuttir seinni sendi Todi Jónsson úr átjan metrum fríspark og mitt fyri upp um manngarðin og í tvørtræið.

Í 2. hálvleiki var intensiteturin framvegis stórur, og í 64. minutti eydnaðist tað at javna. Zuma kom leysur í vinstru, men innleggið var ikki serliga neyvt. Kortini eydnaðist tað Toda at temja og við høvdinum at stikla bóltinum frammanfyri sær, áðrenn hann stutt úr málinum vann nærdyst við fleiri mótstøðumenn og fekk bóltin inn um strikuna. Nú hevur Todi skorað tólv ferðir í hesum kappingarárinum. Hetta er væl meiri, enn hann nakrantíð áður hevur skorað eitt kappingarár í superliguni, og hann er eisini tann av FCK spælarunum, sum hevur skorað flest mál. Aftur hesa ferð metir heimasíðan hjá Ekstra-Blaðnum, at Todi var klárt besti maður á vøllinum.

Bara fimm minuttir eftir útjavnandi málið, valdi FCK venjarin, Roy Hodgson, at taka ? í hvussu so er fyribils (ikki ov leingi, vóna vit! ? fyrrverandi føroyska landsliðsmannin út. Fleiri søgdu seg ikki skilja útskiftingina serliga væl, tí Zuma og Todi og innanhýsis fatanin teirra millum hava hesa tíðina verið og eru framvegis hottasta samrøðuevnið í donskum fótbólti. Sum tað verður nevnt aðra staðni í blaðnum, so var orsøkin tann, at Todi hevði fingið ein lítlan løst.

Einki mál kom afturat, og tað vil siga, at Brøndby sigurin í Silkeborg hevði við sær, at í næstsíðsta umfarinum og uppgerðini í Parkini, har hvør einasti stólur verður upptikin 10. juni, er tað upp til bæði FCK og Brøndby spælararnar at gera av, um teirra lið skal vinna DM og harvið rættin til undankappingina til europeisku meistarakappingina. Meiri spennandi fær tað ikki verið hjá føroyska fótbóltsferðalagnum og hjá øllum útisetunum, sum ætla sær í Parkina, tá tey fara at halda norðoyarstevnu í Klaksvík!