Tað týdningarmesta eigur at standa fremst

Oddagrein:

Nógvir bóltar eru í luftini um stóru spurningarnar fyri Føroya framtíð. Í morgin verður skipað fyri ráðstevnu um ES í Norðurlandahúsinum. Løgtingið heldur stevnuna vera so mikið áhugaverda, at alt tingið fer at lurta eftir Thorvaldi Stoltenberg og hinum fyrilesarunum.

 

Spurningurin, sum verður viðgjørdur í morgin, er í tráð við eitt av málunum, sum skiftandi samgongur hava sagt at vera millum tey týdningarmiklastu. Skulu Føroyar gerast limur í EFTA, skulu Føroyar gerast sjálvstøðugur limur í ES, ella skulu Føroyar gerast limur í ES sum partur av danska kongaríkinum.

 

Nógv mál liggja í tinginum og bíða eftir at verða viðgjørd. Millum hesi eru uppskot um, hvussu europeiska framtíðin hjá Føroyum skal skipast, hvussu stjórnarskipanarlógin skal broytast, og fleiri uppskot eru um broytingar í vallógini.

 

Tað kennist ilt at finna tráðin, nú uppskot ella heldur hugskot eru á tingborði, uttan at yvirskipað ráðlegging er grundarlagið.

 

Serliga eyðsýnt er hetta, tá ið grein 25 nevndin, sum arbeiðir við stjórnarskipanaruppskotinum, og sum allir flokkar í tinginum eru umboðaðir í, er komin væl á leið við sínum arbeiði. Arbeiðslagið sigst vera gott, og hóast tað enn ikki er greitt, um nevndin verður liðug fyri summarfrítíðina, ella um tað verður neyðugt at halda fram eftir Ólavsøku, so verður tosað um endaliga staðfesting í 2010.

 

Útgangsstøðið er álitið, sum varð handað løgmanni upp undir jól í 2006. Sjøtul varð settur á arbeiðið í 1999. Tað vil siga, at embætisfólk og aðrir serfrøðingar og politikarar hava sitið við hesum í tíggju ár. Áðrenn nevndin í 2006 legði síðstu hond á álitið, varð skipað fyri upplýsandi fundum kring landið, og ábendingar vóru um fólksliga forankring, tí kunningin gekk væl, og hugurin at spyrja og diskutera var stórur.

 

Tá ið tað nú hetta væl ílidna uppskotið endaliga er á veg ígjøgnum politiska høvulin, so hevði tað verið rætt og rímuligt, at hinir stóru spurningarnir bíðaðu, inntil úrslitið av hesum arbeiðnum er tókt, og Føroya fólk vónandi hevur tikið tað til sín.

 

Lógin ætlast at avloysa stjórnarskipanarlógina frá miðskeiðis í níti árunum, og innihaldið fevnir eisini um meiri enn tann lógin ger. Í formælinum í álitinum frá 2006 verður sagt, at einki kann sløkkja sjálvræði landsins ella sjálvsavgerðarrætt okkara, samstundis sum staðfest verður, at Føroyar hava í øldir samstarvað við onnur lond og ríki.

 

Um tað í politisku skipanini og millum fólk verður breið semja um uppskotið, sum grein 25 nevndin nú arbeiðir við, so hevði verið hópin lagaligari at arbeitt við so mongum øðrum spurningum. Tað kennist ikki sørt órógvandi, at fatanin av, hvussu stóran týdning hetta arbeiðið eigur at hava, so at siga á ongan hátt sæst aftur í næstan hissini viðgerðini av málunum, sum eru nevnd omanfyri, og sum so ella so eru partur av stýrisskipanini. Politikararnir eiga at taka til sín, at tað týdningarmiklasta fyri bæði teir og allar føroyingar eigur at standa fremst.