Primitive, fysisk, teknisk, og taktisk svage og meiri av tí skuffuni. Soleiðis hava ummælini av føroyskum fótbólti verið, tá føroysk og donsk lið hava spælt ímóti hvørjum øðrum. Soleiðis vóru tey, tá landsliðini dystaðust í 1990 og í 1991, og meiri vatn varð latið á somu myllu, tá B36 í síðstu viku varð hildið fyri tað turra spott í Gladsaxe.
Í onkrum av donsku fjølmiðlunum vóru onkrar av omanfyri standandi glosunum at síggja í gjár, men tað var langt ímillum tær, og tað av røttum.
Føroyska landsliðið undirstrikaði í mjørkanum, sum fram móti dystarbyrjan fór at arga og sum gjørdi, at líkindini at hyggja at vóru ikki optimal, tað, sum m. a. bosniarar, skotar og kekkar hava royndir av, men sum almenningurin í brøðralandinum fyri sunnan higartil ikki hevur vitað. Veruleikin, sum varð undirstrikaður, er, at Føroyar hava eitt landslið, sum taktistk er á hædd við tey flestu, sum tekniskt ikki er nógv aftanfyri onnur, og sum fysiskt megnar at fylgja við heilt leingi.
Eitt 2?0 tap móti dønum er at liva við. Men tað er eitt sindur harmuligt, at føroyingar sjálvir skuldu vera so gestablíðir, at teir betraðu um møguleikarnar hjá gestunum at fáa mál. Jákup Mikkelsen var í 1. hálvleiki tryggur í málinum, og tað var týðuligt, at verjan hevði álit á honum. Jákup Mikkelsen kom ikki í málið eftir steðgin. Og tað vísti seg at vera ein brølari, at venjarin ikki broytti avgerðina, sum hann hevði tikið frammanundan.
Fyrstu løtuna eftir steðgin var tað týðuligt, at tað órógaði verjupartin, at ein nýggjur maður var komin at standa aftanfyri teir, og tað var eitt stórt málverjumistak, sum bar 2?0 málið við sær og harvið tók spenningin burtur. Jens Martin Knudsen flutti seg ov tíðliga tveir metrar til vinstru fyri seg sjálvan, og so var tað løtt søk hjá Brian Steen Nielsen at senda bóltin í ta síðuna, sum málverjin skuldi verja fyri. Eitt málverjumistak meinlíkt tí, sum kostaði málið, tá Ísland fyri einum ári síðani í gjár vann 1?0 á sama vølli.
? Det var en alt for stor gæstfrihed at tage Jákup Mikkelsen ud af målet, staðfesti Lyngby venjarin, Poul Hansen, sum var viðmerkjari í TV Danmark, sum sjónvarpaði dystin til Danmarkar. Vit hava mangan brúkt stór og føgur orð um avrikini hjá Jens Martini Knudsen, men hesa ferð var tað eitt mistak at skifta hann inn. Jákup Mikkelsen hevur ein venjara fyri seg sjálvan í Herfølge, meðan Jens Martin Knudsen hevur ábyrgdina av at venja eitt botnlið í íslendskum fótbólti, áðrenn hann hevur møguleika at hugsa um at halda síni góðu málmansevni við líka. Tað er stórur munur á fyritreytnum, og tað sást á avrikunum.
Føroysku dygdirnar
Kanska var bóltførleikin hjá dønum eisini í 1. hálvleiki eitt sindur betri, enn hann var hjá føroyingunum. Men sum heild var føroyska avrikið fyrru trý korterini í minsta lagi á sama støði sum tað hjá mótstøðumonnunum. Føroyingar vunnu luftbóltarnar alla tíðina, teir komu ofta sigrandi burturúr nærdystunum, og spælskilið og spælætlanin var leingi betri, enn hon var hjá mótstøðumonnunum.
Miðverjarnir vóru væl skipaðir og umhugsnir, Øssur Hansen í vinstru var við í nógvum í framrættaða partinum, Sámal Joensen tetti, tá hinir fóru fram og elti alla tíðina bólthaldaran, Julian Johnsson var ein úrmælingur á øllum økjum (tað er sjáldan at síggja ein føroyskan spælara yvirhála spælarar úr stórum landsliðum!), John Petersen tordi at bjóða seg til, at halda upp á bóltin, snara um seg sjálvan og at leggja røttu sendingarnar, og Todi Jónsson og Uni Arge lúrdu alla tíðina eftir møguleikunum.
Tað var flott, og tað líkaði áskoðarunum sera væl, at føroyingarnir tveittu allar nervarnar av sær, og púra óimponeraðir møttu mótstøðumonnunum langt frammi á vøllinum. Hetta hevði við sær, at trýstið á føroyska málið var lítið (danir høvdu fyrstu skotroyndina, tá 35 minuttir vóru farnir), og tað hevði aftur við sær, at danir viðhvørt mistu í uppspælinum. Sovorðið eigur at kosta, men danir komu undan við skrekkinum.
At føroyingarnir høvdu bóltin so nógv hevði við sær, at tað bar til at brúka orkuna rætt. At renna aftaná mótstøðumonnunum hevur mangan kostað nógv. Hesa ferð var kostnaðurin ikki so stórur.
Svarta løtan
Tað eigur at vera munur á føroyskum og donskum landsliðsfótbólti. Danir hava fimm milliónir at velja ímillum, og tað eru fulltíðar spælarar við høgum lønum úr italskum, týskum, hollendskum og eingilskum feløgum, sum manna teirra landslið. Føroyska liðið er mannað við nøkrum spælarum, sum fáa løn í grannalondunum og so við amatørum í Føroyum.
Hesin veruleikin eigur at bera sera eyðsýndan mun í avrikinum við sær, men hann var lítið eyðsýndur mikukvøldið. Fótbóltur er fyrst og fremst eitt liðspæl, og føroysku spælararnir vístu, at teir eru betri samanspældir enn danir eru.
Í 2. hálvleiki hekk betri saman hjá dønum. Eftiransingarnar dragnaðu eitt vet, og tað vísti seg heppið, at Morten Olsen í steðginum hevði umskipað. Claus Jensen var snaringspunktið á miðvøllinum, og sjálvt um tað tók langa tíð, áðrenn teir megnaðu at spæla seg til upplagdar møguleikar (Allan Nielsen stútaði við síðuna av, og Jens Martin bjargaði væl, tá sami maður kom púrar leysur mitt fyri). Men tað gjørdist alt meiri vandamikið, tá danir høvdu bóltin nógv.
Leikluturin hjá Jan Heintze, sum í gjár fylti 37 ár, sigur ikki so lítið um, hvussu álopskent Morten Olsen og Michael Laudrup vilja hava danska liðið at spæla. Jan Heintze var ein av bara trimum verjuspælarum. Alíkavæl var hann ? serliga í 2. hálvleiki ? við í nógvum álopsroyndum. Og tað var júst Jan Heintze, sum var upphavið til fyrra málið. Eftir innkast potaði hann snilt millum beinini á Allani Mørkøre og smeyg sær frá Sámali Joensen, og undir málinum var tjóðrið hjá Hans Fróða Hansen á Ebbe Sand toygnað so mikið, at Schalke 04 maðurin kundi stútað í netið.
Tá var seinna umfarið tíggju minuttir gamalt, og inntil miðskeiðis í seinna umfarinum vóru danir oftast eitt vet frammanfyri føroyingarnar, sum hingu eitt sindur við høvdinum. Hetta hevði fleiri fríspørk dygst uttanvert brotsteigin við sær, og tað var eftir eitt sovorðið, at danir øktu um leiðsluna.
Føroysku møguleikarnir
Føroyingar fingu einki mál, men føroyska liðið hevði møguleikarnar, sum teir fáa hvørja ferð, og tað var serliga hugaligt at staðfesta, at hesa ferð vóru møguleikarnir eisini nógvir í 2. hálvleiki.
Føroyingar fingu nógv honraspørk, og yvirvágin í luftspælinum hevði við sær, at tey alla tíðina kendust at vera vandamikil.
Øssur Hansen hevði í 1. hálvleiki eitt fínt fríspark, sum Peter Schmeichel meistarliga niðri við stólparótina fekk bent til horna.
Uni Arge var óheppin, tá hann fluktaði, og hann var fullvísur í, at tað var brotsspark, tá Julian Johnsson hevði stútað hann leysan. John Petersen lobbaði genialt til Toda Jónsson, sum fekk bóltin innum Peter Schmeichel, áðrenn hann varð bendur til horna, og síðstu løtuna megnaði Kurt Mørkøre í brotsteiginum at stúta diagonalbólt úr vinstru og tvørturum til Toda Jónsson. Todi var akkurát ov stuttur, og harvið var staðfest, at málið, sum Allan Mørkøre skoraði í Ítróttarparkini 10. oktober í 1990, er tað einasta, sum føroyingar hava fingið ígjøgnum hjá Peter Schmeichel.
Tað er spell, tí føroyingar høvdu betri uppiborið. Troystin liggur í, at avrikið hesa ferð boðaði frá, at Slovenia fer at fáa stóra mótstøðu, tá teir um tvær vikur koma henda vegin. At føroyingar eisini í komandi undankapping fara at fáa stig er ivaleyst. Og fyrsti sigurin á heimavølli móti einari av stóru tjóðunum er ikki langt burtur.
Føroyar?Danmark 0?2 (0?0)
Á Tórsvølli í Tórshavn mikudagin 16. august 2000, kl. 18.45
6.478 áskoðarar
Dómaratrio úr Noregi: Jon Skjervold, Geir Åge Holen og Roe Vidar Lien
4. dómari: Lassin Isakssen
0?1: Ebbe Sand 55.
0?2: Brian Steen Nielsen 58.
Føroyar: 1. Jákup Mikkelsen, Herfølge (16. Jens Martin Knudsen, Leiftur 46.) ? 5. Hans Fróði Hansen, Sogndal IL, 2. Óli Johannesen, AGF, 3. Jens Kristian Hansen, liðformaður, B36 ? 9. Allan Mørkøre, HB (12. Henning Jarnskor, GÍ, 74.), 6. Sámal Joensen, Leiftur (17. Fróði Benjaminsen, B68, 72.), 11. John Petersen, Leiftur (18. Rógvi Jacobsen, KÍ, 83.), 8. Julian Johnsson, Sogndal IL, 4. Øssur Hansen, B68 ? 7. Uni Arge, ÍA Akranes (15. Kurt Mørkøre, Sogndal IL, 72.), Todi Jónssson, FCK
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jóhannes Joensen, HB og Jan C. Dam, B68
Gult kort: Allan Mørkøre 50.
Venjari: Allan Simonsen
Hjálparvenjari: Jógvan Martin Olsen
Liðleiðari: Heðin Askham
Lækni: Jens Pauli Marstein
Fysioterapeutur: Álvur Hansen
Hjálparmaður: Rúni Mohr
Danmark: 1. Peter Schmeichel, liðformaður, Sporting Lissabon ? 6. Thomas Helveg Milan (12. Steven Lustü, Herfølge, 82.), 3. René Henriksen, Panathinaikos, 5. Jan Heintze, PSV Eindhoven ? 2. Bjarne Goldbæk, Fulham (15. Allan Nielsen, Watford, 46.), 4. Thomas Gravesen, Everton (13. Per Frandsen, Bolton, 70.), 7. Brian Steen Nielsen, AB, 8. Claus Jensen, Charlton ? 10. Dennis Rommedal, PSV Eindhonven (17. Morten Bisgaard, Udinese, 82.), 9. Jon Dahl Tomassson, Feyenoord (14. Michael Johansen, AB, 46.), 11. Ebbe Sand, Schalke 04 (18. Henrik Pedersen, Silkeborg, 70.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Jesper Christiansen, OB
Gult kort: Per Frandsen 77.
Venjari: Morten Olsen
Hjálparvenjari: Michael Laudrup
Málmansvenjari: Jørgen Henriksen
Lækni Mogens Kreuztfeldt
Fysioterapeutur: Kim Kristensen
Massørur: Allan Poulsen