Heiðursløn
Hann er glaður. Sunleif Rasmussen, tónaskald, sum týskvøldið fekk handaða Tónleikaheiðursløn Norðurlandaráðsins á samkomu í finska høvuðsstanum Helsinki.
?Tað er greitt, at tú kennir teg sum nakað heilt serligt eitt sovorðið kvøld, tí tað vóru hóast alt 12 vælrenomerað nøvn, sum innstillað vóru til virðirslønina, sum eg fekk, sigur hann. Til dømis var dirigenturin, sum stjórnaði orkestrinum til hátíðarhaldið týskvøldið, eisini innstillaður.
Dagurin var nakað buldraligur, greiðir Sunleif Ramsussen frá i telefonini úr Helsinki. Har var tíðindafundur og samrøður meginpartin av degnum. Og um kvøldið var so stóra samkoman, har sjálv heiðurslønin skuldi handast.
Tað var »við manér«, sum sagt verður. Allir ríkis- og stjórnarleiðarar í Norðanlondum sótu í fremstu røð, og tað gjørdi løtuna enn meira spennandi.
Nógv vóru tey, sum vildu heilsa upp á Sunleif Rasmussen og ynskja honum tillukku eftir handanina, greiðir hann frá. Serliga vóru tað Margretha drotning og íslendski forsetin, Ólavur Ragnar Grímsson, sum høvdu hug at práta eitt sindur meira enn bara at siga góðan dag og tillukku, greiðir Sunleif frá.
Hann sigur, at tað hevur vakt ans, bæði í Norðurlondum, men so sanniliga eisini úti heimi, at hann hevur fingið norðurlendsku tónleikavirðislønina. Eisini vóru forsætisráðharrarnir millum teirra, sum ynsktu tillukku.
Teirra millum var tað tó bara svenski forsætisráðharrin, Gõran Persson, sum rættiliga hevði sett seg inn í, hvør maðurin, ið hevði fingið virðislønina, var.
?Vit fingu eitt rímilia langt prát, har hann avdúkaði, at hann visti, hvør eg var, sigur Sunleif Ramsussen.
Aftan á sjálvt hátíðarhaldið vóru eisini onnur, sum høvdu hug at heilsa upp á tónaskaldið. Millum annað brúkti hann nakað væl av tíð saman við teimum, sum áður hava fingið hesa virðirslønina, sigur Sunleif Rasmussen.
Tað fer víða um heim, tá ein fær eina slíka virðisløn sum hesa, Sunleif Rasmussen nú hevur fingið. Tað verður kunngjørt í tíðarritum, sum hava við evnið at gera, og tey verða eisini lisin uttan fyri Norðurlond.
?Tað eru komnir fyrispurningar um tónleikin há mær úr londum sum Fraklandi, Italia og heilt úr Japan, greiðir Sunleif Rasmussen frá. So tað er greitt, at tað setir síni spor.
Men tað liggur nógv hart arbeiðið aftan fyri, áðrenn ein kemur so langt, sum Sunleif Ramsussen nú er komin. Og ikki ber til at liggja ov leingi á laurberunum heldur, vísir hann á.
Tað liggja fleiri bíleggingar niðurfyri, og hann hevur nokk at takast við eini trý ár fram, sigur hann.
Hann skrivar í løtuni tónleik, sum danir hava biðið um, og seinni skal hann skriva eina kamaropera, sum skal frumframførast í Norðurlandahúsinum í Havn á heysti 2005.
Eisini verður arbeitt við ætlanum um eitt størri verk, sum helst annaðhvørt skal latast einum finskum ella einum donskum orkestri. Talan verður helst um eina symfoni, sum so kemur at vera nummar tvey í røðini, sigur Sunleif Ramsussen.
?Men tað er ikki komið endaliga upp á pláss enn, sigur hann. Tað er forlagið hjá honum, sum arbeiðir við tí.
Myndir