Hann hevur verið virkin í Sjálvstýri í 16 ár og nú hevur hann eisini verið formaður í nøkur ár. Hann sigur, at tá ið hann varð formaður, setti hann sær sum mál at fáa frið aftur í flokkin, eftir at hann hevði verið merktur av rumbli í langa tíð.
Men nú hevur hann ásannað, at tað hevur ikki borið á mál og tað tekur hann nú avleiðingarnar av.
Nú fer hann at vera uttanflokka býráðslimur í Klaksvík, men fyribils skulu vit ikki vænta at síggja hann aftur í landspolitikki, segði hann í tíðindunum á FM1 nú á miðdegi.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan Skorheim taka saman um støðuna, nú hann hevur sagt seg úr Sjálvstýri