Tað var eitt afturstig

Tað var eitt bakkast fyri fólkaræði, tá ið samtykt varð at gera Føroyar til eitt valdømi. Tað heldur Gunvá við Keldu, sum hevur verið býráðslimur í Klaksvík í 18 ár, har hon eitt skifti eisini var borgarstjóri.

 

Hon heldur, at í roynd og veru var atlanin við hesum at miðsavna alt vald. Kortini var ein grundgeving, at hetta fór at sleppa okkum undan lokalpolitikki. 

 

– Ongin ivi er um, at miðsavningin er eydnast, men hinvegin hava gera politikarar nú meira burtur úr at føra seg sjálvan fram enn teir nakrantíð hava gjørt áður. 

 

Gunvá við Keldu heldur eisini, at ein aveleiðing av, at Føroyar eru eitt valdømi, at politisku lokalfeløgini kring landið hava alsamt mist sín virkishug, og tað hevur so aftur ført við sær, at luttøkan, og áhugin, hjá borgarunum er minkað. 

 

Tí hevði hon viljað, at vit aftur fingu ein meiriluta á Løgtingið, sum hevði skipað landið í fleiri valdømi, og eitt endamál við tí skal vera at spjaða alment virksemi um alt landið, ikki minst virksemið á sjúkrahúsunum.

 

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Gunvá við Keldu heldur um støðuna