Tað var heilt stórur munur á liðunum, sum seinnapartin hittust við Løkin í Runavík.
Væl trimmaða heimaliðið hevði bóltin so nógv tann størra partin av fyrra hálvleiki, tá ið NSÍ skoraði trý mál. Í seinna hálvleiki var intensiteturin ikki so høgur, og tá skoraði NSÍ bara eitt mál. Tá var vanliga leiktíðin farin.
Tveir minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin, staðfesti Jannik M. Olsen 4-0 sigurin, tá ið hann umsetti brotsspark til mál.
Fyrsta hálva tíman var tað málleyst, men so skoraði NSÍ trý mál í ellivu minuttir.
Jákup Andrias Gaardbo setti hol á eftir ein hálvan tíma, og tríggjar minuttir seinni økti Andri Benjaminsen til 2-0. Fýra minuttir undan steðginum gjørdi sandoyingar sjálvmál.
Fýra spælarar, sum hava verið í besta hópinum, vóru á næstbesta NSÍ liðnum ídag. Teir vóru Mórits Heini Mortensen, Andri Benjaminsen, Jannik M. Olsen og Magnus Hendriksson Olsen.
Fleiri av teimum, sum higartil hava verið mest á B71 liðnum, sást einki til ídag. Eitt nú málverjan Gerhard Páll Lognberg. Gustav Hentze vardi málið fyri fyrstu ferð í ár. Maad Ali Aziz og Áki Hentze vóru heldur ikki við.
NSÍ er á triðja plássi við 19 stigum, og B71 er á sjeynda plássi við 8 stigum.
Um eina viku skal NSÍ spæla á útivølli ímóti HB, og B71 fær vitjan av KÍ.