Tað var neyðugt hjá HB at skifta málverja

1.DEILD: Trý tey fremstu eiga útivøll seinnapartin

Tólvta umfar í næstbestu fótbóltsdeildini er hetta vikuskiftið.

Fyrsti dysturin  var longu í gjárkvøldið, tá ið teir næstbestu hjá Suðringum við Stórá í Trongisvági tóku ímóti teimum næstbestu hjá HB.

Úrslitið var 2-2 eftir hálvleiksstøðuna 1-1. Øll málini vórðu skorað eftir lítlari løtu kring steðgin.

Í tíðini, sum dómarin, Lars Müller, legði aftrat fyrra hálvleiki, legði Teitur Midjord heimaliðið framum, og Hans Jákup Annfinsson javnaði fyri HB, áðrenn dómarin bríkslaði fyri hálvleiki.

Nakrir minuttir vórðu lagdir aftrat fyrra hálvleiki, tí HB málverjin, Mattias Lamhauge, noyddist skaddur av vøllinum, tá ið átjan minuttir vóru farnir. Tá varð Tóri Rasmussen, sum var millum teir tíggju úti á vøllinum, settur í HB málið.

 

Minni enn tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá ið John Frederiksen legði HB framum, men minuttin seinni javnaði Poul Ingason til 2-2, sum varð úrslitið.

 

Í dag eru hinir fýra dystirnir í tólvta umfari. Felags fyri trý tey fremstu – KÍ, NSÍ og B68 – er, at tey skulu spæla á útivølli.

 

ÍF – Skála: Aron S. Vest kl. 16.00  

Víkingur – NSÍ: Rúni Olsen kl. 16.00

Giza Hoyvík – B68: Bjarki Danielsen kl. 15.00

B71 – KÍ: Rani A. Skaalum kl. 14.00

 

Støðan

11101030731
NSÍ11821291126
B6811803301524
ÍF11623342220
B7111605232318
Víkingur11416182213
HB12318192010
Giza Hoyvík1122711238
Skála1121813207
Suðringar1204813574