Tað var ongantíð eitt tilvitað val

- Eg hugsi javnan um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, sigur Linda Andrews, sum hevur búð 21 ár í Danmark

Songkvinnan Linda Andrews er úr Havn, men hevur helmingin av sínum lívi búð í Danmark. Hon fór avstað fyri at gera sang og tónleik til meira enn eitt ítriv, og tað hevur eydnast henni. Nú hevur hon búð í 21 ár í Danmark, men tað hevur í grundini ikki verið eitt tilvitað val, hon hevur gjørt. 


- Tað hendi tað, sum hendir. Lívið hendir. Eg havi verið her í 21 ár nú, og hóast tað ongantíð hevur verið eitt tilvitað val, at eg skuldi verða verandi í Danmark í so nógv ár, er tað blivið til tað. Eg havi havt møguleika at liva av tónleiki her í Danmark, og tað kundi eg neyvan á sama hátt í Føroyum.

- Tað eru nógvir møguleikar innan tónleikavinnuna í Danmark, og eg havi eisini fingið mínar møguleikar. Tingini hava bara koyrt, og eg havi nóg mikið at gera. Eg eri líkasum bara farin við lívinum og tónleikinum og havi tikið tað, sum tað er komið. Eg havi tikið ein dag í senn og ikki lagt so langar ætlanir um nakað, og so ganga árini, sigur Linda Andrews.

Hon hevur heldur ikki tikið nakað val um, hvussu tað verður við bústaðnum í framtíðini.

- Eg hugsi javnan um at flyta heimaftur til Føroya at búgva, men tað gerst kanska verri og verri at realisera tað, tí nú kann eg als ikki ímynda mær at gera nakað annað enn tónleik, og møguleikarnir fyri tí eru avmarkaðir í Føroyum.

- Hóast eg havi búð øll hesi árini í Danmark, haldi eg ikki, at eg eri fult integrerað í tað danska samfelagið. Eg livi eitt sindur í mínari egnu verð og havi funnið saman við fólki, sum liva á sama hátt sum eg. Føroyar liggja sera djúpt í mær. Eg og Føroyar eru eitt sindur sum tann ómøguligi kærleikin, har mann elskar onkran, men tað ikki ber til at vera saman.

- Beiggi mín doyði í november, og so konfronteraði deyðin meg mitt í tí heila. Eg fór at hugsa, hvar eg skal jarðast, tá ið tann dagurin kemur. Eg hugsi, at sjálvandi skal eg jarðast í Føroyum, men dóttir mín býr her í Danmark, og so kann eg fara at ivast og blíva eitt sindur kedd av støðuni.

- Eg hevði sangin “Í búri” við á einari útgávu hjá mær, og tað er ein sangur, sum eg kann relatera til. Eg eri ein fríur fuglur, men kortini havi eg ein ferðil av, at eg eri í einum búri, tí eg eri ikki í tí umhvørvi, sum eg eri skapt til at vera í, og hvat gera mann so. Eg havi stóran kærleika til mítt heimland, og eg vóni, at eg kann koma heimaftur einaferð, sigur Linda Andrews.

Leygarkvøldið kl 20.00 hevur Linda Andrews konsert á Reinsarínum í Havn.