Hósdagin framførdi svenska Elona Planman á pallinum á Torginum við sangi og gittara. Eftir konsertina fekk Info eitt prát við karismatiska fólkatónleikaran.
Eftir at hava framført mangar ferðir í stórbýum runt umkring, er hon sera glað fyri at vera sloppin at uppliva Føroyar.
– Øll her hava verið ómetaliga fitt, og eg merki, at fólk kenna hvønn annan. Ikki minst, tí tey steingja ikki húsini, tá tey fara út gjøgnum dyrnar, og lata billykilin sita í, meðan tey keypa inn.
Týsdagin ferðaðist Elona Planman til Føroya saman við norska bólkinum Kongkamerat, sum spælir í Tjaldinum í kvøld klokkan 20. Saman hava tey hugnað sær, meðan tey hava búð í einum húsum í Klaksvík.
– Tað var gandakent at koyra av flogvøllinum til Klaksvíkar, og vit fingu ikki hildið okkum at taka myndir av landslagnum.
– Vit ætlaðu okkum á fjall dagin eftir, men tíverri regnaði ov illa. Vónandi náa vit at fara ein túr á fjall, áðrenn eg fari avstað aftur.
Seinastu mánaðirnar hevur Elona Planman verið á drúgvari konsertferð, millum annað í Danmark, Noregi og Svøríki, og nú eisini í Føroyum.
Ta einu løtuna undir framførsluni ígjár, merkti hon væl til møðina frá at hava verið á drúgvari konsertferð. Av tí at løgini mundi ljóða best, um ein ikki stóð ov tætt við pallin, stó áhoyrarafjøldin eitt sindur burturi frá. Alt tað gjørdi, at hon hevði ilt við at fáa samband við áhoyrararnar.
Men tá var tað, at nakrir fáir persónar gjørdu munin hennara viðvíkjandi.
– Lukkutíð komu nøkur íðin ung fólk seg heilt fram við pallin, og tey lótu til at njóta framførsluna hjá mær sera nógv. Tá brast fyri nevi, og eg fekk nógva orku, sigur hon flennandi.
##med2##
Elona Planman sigur um tónleikin hjá sær, at hon fær nógvan íblástur frá fólkatónleiki og vísum, har stórur dentur er á tekstinum.
– Mær dámar væl at siga frá søgum, sum snúgva seg bæði um mítt lív, og um lívssøgurnar hjá øðrum. Tað var stuttligt at siga føroyingum frá søgum.
Sum ung hevur Elona Planman hoyrt nógvar svenskar fólkatónleikarar, eitt nú Cornelis Vreeswijk og Björn Afzalius, tí foreldrini mangan lurtaðu eftir teirra plátum. Eisini hevur hon fingið íblástur frá svenska sjónleikaranum og leikstjóranum Allan Edwall.