Línuskipið Morgunstjørnan, sum Jóhannus M. Olsen á Toftum átti, er selt einum felag í Noregi, sum kallast Ervik Havfisk. Felagið eigur eini 15 línuskip, harav fýra fiska í Suðurhøvum og eini ellivu í norskum sjógvi.
Frammanundan hevur sama felag keypt línubátin Grana úr Føroyum og garnaskipið Oknina. Grani var seinnu árini heimahoyrandi í Klaksvík og Oknin í Runavík.
Norska felagið hevur eisini keypt nøkur línuskip úr Íslandi.
Í sínari tíð førdi Rólant Poulsen á Eiði Morgunstjørnina í tilsamans 15 ár. Hann førdi skipið í fyrra helmingi av áttatiárunum, og síðan førdi hann aftur Morgunstjørnina árini 1993 til 2003.
Nú Morgunstjørnan fór á sín seinasta túr undir føroyskum flaggi, var Rólant Poulsen á brúnni. Teir vóru fimm mans á ferðini yvir til Noregs, sum tók tilsamans 35 tímar.
- Vit høvdu allar besta veður yvir um hav, og ferðin gekk av tí besta. Skipið gekk sum ein "røvari", sum hann tekur til.
Rólant Poulsen sigur, at tað var við blandaðum kenslum, at hann nú var við til at sigla Morgunstjørnuna yvir til Noregs.
- Tá vit komu yvir, og norðmenn sóu hetta ediliga skip, spurdu teir, hví vit seldu, sigur royndi línuskiparin á Eiði, sum seinnu árini hevur fingist við kommunalpolitikk í Eiðis kommunu.
Á myndini liggur Morgunstjørnan trygt í norskari havn, og alt bendir á, at norski keyparin - Ervik Havfisk - verður glaður fyri línuskipið, sum í nógv ár hevur verið ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum.