Tað vendist ikki aftur!

Løgtingsformaðurin hevur loypt øði í grindina. Hettar tí hann hevur lagt uppskot fram um at gera Føroyar til eitt valdømi

Tingfólk eru fyri og í móti.

Ein leggur beinanvegin til merkis, at tey, ið eru fyri hesu broyting, koma úr miðstaðarøkinum, og hví mann tað vera??

Er tað ikki tí, at tey vænta sær ein vinning við hesi broyting – at nú – siga tey – skulu vit sleppa av við “lokalpolitikk”. Men er nakra staðni so nógvur lokalpolitikkur, sum júst í miðstaðarøkinum.

Verður tosað um mál uttan fyri miðstaðarøkið – so eru fólk lokal – men verður tosað um mál í miðstaðarøkinum, er tað ikki lokalmál – nei, tá er tað heildin, sum tosað verður um, og fær vinning.

At galdandi lóg treingir til broytingar er ongin ivi um. Tað síggja vit av tingmannabýtinum – har flokkur við flest atkvøðum, ikki hevur flest tingmenn, og tað kann ikki verða rætt.

Men hvørja ferð Jacob Vestergaard er farin í holt við at gera broytingar, er hann sligin á fingrarnar – og biðin um at halda seg burtur frá hesum.

Nú kemur so Edmund Joensen, sum ketta upp úr høvdatrog – beint áðrenn nýtt val skal haldast – og vil gera allar Føroyar til eitt valdømi.

Her eru ongan kanningar gjørdar, hvat hettar fer hava at týða fyri framtíðina.

Vit hoyra, hvat er hent í Grønlandi, og løgi skuldi tað verið, um ikki sama skilið verður í Føroyum. Kanska ikki við fyrsta val – men aftan á annað og triðja val er heilst sikkurt, at miðstaðarøkið verður yvirumboðað.

At smáu flokkarnir ynskja hettar, er ikki so løgi, tí her síggja teir ein vinning, sum vil gera, at teir hava nógv at siga – helst alt ov nógv at siga - í landsins stýri.

Men eitt skulu tingfólk vita. Og tað er, at verður hendan broyting gjørd, vendist ikki aftur.

Tá fáa vit Føroyar sum eitt valdømi í allar ævir. Tí tey, ið tá eru vald, vilja ikki hava eina broyting aftur – og harvið saga ta grein, ið tey sjálvi sita á, burtur. Sjálvt um tað vísir seg, at tað var skeivt farið fram.

Hettar eiga tingfólk at hugsa um – og ikki samtykkja hettar uppskot nú.

Her má fyrst gerast ein rættiliga umfatandi kanning – so vit ikki føra okkara land út í størstu ódemokratisku skipan nakran tíð.

Her vendist ikki aftur.

 

Klaksvík hin 29. august 2007.