Tað hevur leingi ligið í kortunum, at Fleyr í ár hevði góðar møguleikar at sleppa at spæla FM-finalu hjá monnum fyri fyrstu ferð nakrantíð, og eftir teir báðar dystirnar um vikuskiftið er eingin ivi longur, tí nú eru níggju stig eru á muni millum liðini, samstundis sum SÍ ikki kann vinna fleiri enn seks stig aftrat.
Hinvegin er eingin loyna, at tað neyvan stívaði sjálvsálitið hjá Fleyr stórvegis av, at liðið á heimavølli mátti út í ein fimmsettara ímóti aftasta liðnum, Mjølni, sum enntá vann 3-2. Talan var um ein sera javnan dyst, har Fleyr vann fyrsta sett, men Mjølnir síðani tók seg framum og endaði við at vinna 17-15 í einum spennandi fimta setti.
Sjálvsálitinum hjá fuglfirðingum bilar hinvegin einki, tí teir høvdu í sínum lagi ongar sum helst trupulleikar av SÍ, sum var og vitjaði ÍF á Kambsdali. Fyrstu tvey settini hjá ÍF vóru sera sannførandi, og hóast tað ikki sá líka flott út í triðja setti, bleiv sigurin tryggur og greiður.
Sum sagt, er nú greitt, at FM-finalan í Eikliguni hjá monnum verður millum ÍF og Fleyr, og av tí at tey bæði fara at enda sum ávikavist nummar eitt og tvey, hevur ÍF heimavøll í fyrstu finaluni, og so verður tann næsta á óheftum vølli, ið enn tó ikki er ásettur. Er tað, sum tað hevur verið tvey tey síðstu árini, skal ein møgulig triðja finala spælast í Havn, men tað kanska verður øðrvísi, nú eitt havnarlið er í finaluni.
Eikligan, menn
ÍF-SÍ 3-0 (25-12, 25-9, 25-23)
Fleyr-Mjølnir 2-3 (25-19, 23-25, 23-25, 25-22, 15-17)