– Tað verða fleiri og fleiri í Føroyum, sum misbrúka rúsevni.
Hjá løgregluni í Havn halda tey, at tað er einasta forkláringin upp á, at alsamt fleiri og fleiri verða tikin fyri at bróta lógina um rúsevni.
Í fjør vórðu 116 fólk tikin fyri at bróta lógina um rúsevni og tað er nakað fleiri enn í 2016, tá ið tey vóru 100 í tali. Men verður hugt eftir teimum seinastu 10 árunum, er talið á teimum, sum verða tikin fyri brot á lógina um rúsevni, meiri enn tvífaldað, tí í 2007, vóru tey 55 í tali. Og talið helt sær har niðri, men serliga seinastu trý árini er tað munandi hækkað.
Løgreglan hevur bara eina forkláring og hon er, at tað leggjast alsamt fleiri misbrúkarar afturat. Tey siga, at harafturat skal eisini havast í huga, at teir ringastu misbrúkararnir hava lyndi til at flyta til Danmarkar, tí har eru rúsevni lættari at fáa fatur í.
– Tað er ikki óvanligt, at misbrúkarar í Føroyum brádliga eru farnir av landinum, sigur løgreglan.
Nógv tað mesta, sum verður smuglað til Føroyar, eru hassj og størsta nøgdin, sum hald varð lagt á hjá einum smuglara í fjør, vóru 10 kilo, sum ein ferðamaður hevði við sær í eini tasku.
Annars varð hald lagt á 22 kilo av hassji í fjør, og tað er eitt ógvusligt lop, tí vanliga hevur tað ligið um fimm ella seks kilo. Nógv tað mesta, sum verður smuglað, er hassj, men tey koma eisini fram á sterkari evni.
Løgreglan sigur, at ein stórur partur av tí, sum verður smuglað til landið, kemur við vanligum posti. Einir 40 av teimum 116 smuglarunum, sum vórðu tiknir í fjør, høvdu roynt at smugla í vanligum brøvum ella postpakkum.