Tað verður dýrari at doyggja

Raksturin av krematori’um í Danmark er vorðin so dýrur at fleiri teirra helst fara at lata aftur.

Danmark: »En dyr affære«.

Tað kann deyðin gerast hjá teimum, ið framyvir ætla at verða brend í einum krematori’um.

- Kostnaðurin fyri hetta kann lættliga økjast til tað tvífalda í Aalborg – og kanska til tað trífalda í Hjørring, veit P4 í Norðurjyllandi at siga.

Økingin í rakstrinum fer møguliga at gera sítt til, at krematori’ið í Hjørring verður noytt at steingja.

- Verður hetta veruleikin verða tey deyðu, ið skulu brennast flutt til Aalborg, metir Alan Vest úr Hjørring sambært Kristelig Dagblad.

Hann er krematoriu-leiðari á hesum staði, sum er annað teirra í Norðurjyllandi.


Gjalda sjálvi

Í dag kostar ein kremering í bæði Aalborg og Hjørring 1600 krónur, men sambært einum útspæli frá Kirkjumálaráðnum fer prísurin í Aalborg at hækka upp í 3500 krónur um nøkur fá ár, og í Hjørring heilt upp í 4500 krónur.

Orsøkin til stóra prísvøksturin er, at krematori’ini skulu reinsa roykin frá ovninum við filtrum frá 2010. Umframt hetta skulu tey gjalda aðrar útreiðslur, sum í dag verða goldnar annaðhvørt umvegis kommunuskattin ella kirkjuskattin.

Eitt lógaruppskot er júst vorðið útsett til komandi fólkatingsár, men hetta sissar kortini ikki Allan Vest.

Hann sær fyri sær eitt hálvt ár við óvissuni um, hvørji krematori’ir skulu rekast framyvir.

- Fullkomið brúkaragjald fer at gera tað alt ov kostnaðarmikið at reka tey krematori’ini, sum hava fægstar kremeringar. Hetta fer ikki bert at ganga út yvir Hjørring, men eisini krematori’ir í Vesturjyllandi og í Høvuðsstaðarøkinum, har tey liggja rættiliga tøtt, sigur Allan Vest.

Umframt at vera leiðari á krematori’uminum í Hjørring er hann eisini formaður í DKL, Danske Krematoriers Landsforening.