Tað verður ein vanlukka

- Tað verður ein vanlukka fyri tey tímaløntu á fiskavirkjunum, um fiskavirkisskipanin verður gjørd verri. Jastrid Volles Niclasen, sum er forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, er sera vónsvikin av, at Jóhan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, ætlar at broyta fiskavirkisskipanina.

- Eg eri púra samd við Ingeborg Winther, forkvinnu í Føroya Arbeiðarafelag, sum er hart ímóti, at skipanin verður broytt til tað verra ? og í ringasta føri verður avtikin.

Jastrid, sum hevur verið forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag í nøkur ár og í mong ár hevur arbeitt í fiski, tekur undir við Ingeborg Winther um, at skipanin ikki skal nertast.

- Tað verður ein vanlukka fyri tey tímaløntu á fiskavirkjunum, um skipanin verður gjørd verri. Eingin kann liva av fiskavirkisvirkisskipanini, men kortini hevur hon stóran týdning fyri fiskafólk, tá inntøkan í nógvum førum er lítil.

Forkvinnan í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag vísir á, at tey allar flestu, sum eru í skipanini, fáa langt undir tímaløn fyri teir tímar, tey fáa úr fiskavirkisskipanini.

- So, eg dugi ikki at síggja, hvat er hjá landsstýrismanninum at fara eftir, leggur hon aftrat.

Jastrid Volles Niclasen heldur, at eru skeivleikar við skipanini, eigur Jóhan Dahl at hyggja upp á hesar.

- Men tað kann undir ongum umstøðum koma upp á tal at gera fiskavirkisskipanina verri fyri tey tímaløntu, sum eru í henni ? og hava brúk fyri hesi skipan, ið gevur teimum eina minstuløn upp til 32 tímar um vikuna, sigur hon.