Tað verður helst ABC

Í samband við ruðuleikan á politiska leikpallinum í dag, sum endaði við samgonguslitinum í gjár, hevur Sosialurin tosað við Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðing. Hann metir eina endurtøku av ABC-samgonguna vera tað mest sannlíka, men at aðrir møguleikar kunnu vera

Seinastu tíðina hevur politiska lívið í Føroyum milt talað verið turbulent. Í gjár varð samgongan slitin, og grundin úteftir var ein spurningur um nakrar skrivstovur, men sambært Jógvani Mørkøre, stjórnmálafrøðingi, var hetta ikki tað, sum var høvuðsorsøkin.

- Eg havi ongantíð trúð uppá hesa samgonguna, tí seinastu tíðina hevur floksdisiplin verið størsti trupulleikin í føroyskum politikki, og við so lítlum meiriluta gerst tað ein stórur trupulleiki. Floksformenninir vilja ikki seta limirnar upp á pláss, og tí ber illa til við eini samgongu, sum ikki hevur greiðan meiriluta, sigur Jógvan Mørkøre.


Tað mugu vera tríggir flokkar

Fyri umleið hálvum árið síðani skiltist ABC-samgongan, sum tá hevði trupulleikar. Men sambært Jógvani Mørkøre verður helst talan um eina endurtøku av hesi samgongu.

- Tað kann sýnast løgi, at løgmaður nú roynir at skipa samgongu við hesar flokkar, hann júst hevur verið í samgongu við, men Jóannes Ejdesgaard hevur eina skyldu at syrgja fyri, at Javnaðarflokkurin situr so sterkur sum gjørligt. Hetta kann flokkurin best gera við at fara í eina ABC samgongu, tí hóast hann situr í einari lutfalsliga veikari støðu – tí flokkurin nú loypir í føvningin á flokkunum, ið arbeiddu ímóti ætlanini við fiskidøgunum til dømis – kann hugsast, at hetta er besti møguleikin hjá Javnaðarflokkinum at hava ávirkan. Løgmaður fer tó ikki í eina samgongu fyri einhvønn prís, tí hann skal altíð hugsa um flokkin aftanfyri seg, greiðir Jógvan Mørkøre frá.

Sambært Jógvani Mørkøre vil løgmaður eisini heldur í andstøðu enn í eina samgongu har flokkurin onga ávirkan hevur. Harafturat metir hann lítlan møguleika vera fyri, at løgmaður útskrivar nýval, tí í løtuni stendur flokkurin øgiliga veikur.


Meira elegant um slitið var politiskt

Samgonguslitið kom eftir, at Sosialurin hevði prentað eina grein um skrivstovuviðurskiftini í Tinganesi, men har er øll søgan ikki komin fram enn.

- Eg vil í veruleikanum ikki úttala meg so nógv um eitt mál, har so lítið er komið fram. Men mann merkir, at Høgni Hoydal er fortørnaður, og tað hevði verið áhugavert at vitað, hvat í veruleikanum hendi. Men sum støðan er í dag, er rættiliga líkamikið hvat er satt og ikki, tí samgongan er ikki til longur, sigur Jógvan Mørkøre.

Spurdur hví tað júst var hetta mál sum sleit samgonguna, sigur Jógvan Mørkøre, at tað er eitt sindur løgi, og helst nakað mann heldur skuldi spurt ein sálarfrøðing um, enn ein stjórnmálafrøðing. Tí nógvir aðrir møguleikar hava verið, og tað var nær við, at Tjóðveldi fóru úr, tá fiskidagarnir vóru fyri.

- Tað hevði sæð betur út, um slitið var politiskt, men nú endaði tað við hesum. Tó er tað eitt sindur løgi, at løgmaður nýtir sítt vald tá talan er um hetta mál, tá hann ikki nýtir tað, tá limir í flokkunum í samgonguni ganga ímóti ætlanunum hjá samgonguni. Vantandi stýring av flokkum, er nakað vit hava sæð nógv av, síðani Føroyar gjørdust eitt valdømi. Tá tosaðu nógv um, at vit fóru at fáa landspolitikkarar, men síðan vallógin varð broytt, hava vit ongantíð havt so lokalar politikarar, staðfestir Jógvan Mørkøre.

Hinvegin metir Jógvan Mørkøre, at um samgongan hevði hildið fram, hevði hon helst bara fingið fleiri trupulleikar og serliga við fíggjarlógini, har blokkniðurskurður hevði verið eitt mál, sum kundi skilt partarnar.


Samgongan var deyðadømd

Tá CHE-samgongan tók við vóru trupulleikar frá byrjan, og samgongan hevur ikki fingið so nógv av skaftið, men tað helt Jógvan Mørkøre vera væntandi.

- Eg úttalaði meg tíðliga, um at hendan samgongan ikki fór at klára seg, tí hon var bygd á eitt so spinkult grundarlag. Mann visti at Gerhard Lognberg, Heini O. Heinesen og kanska eisini Páll á Reynatúgvu kundu skapa splid. Hetta hava vit sæð í samband við tunnil til Sandoynna og fiskidagarnar, har løgmaður hevur nevnt, at fiskidagarnir vóru legitimiteturin hjá samgonguni. At mann so fór at royna við minniluta samgongu, var heldur ikki nakað eg skilti, greiðir Jógvan Mørkøre frá.


Jørgen stendur sterkastur

Í politiska talvinum, ið nú verður leikt, sær út til at ABC er mest sannlíkt, men megna teir ikki at fáa tað at fungera eru eisini aðrir møguleikar.

- Sum støðan er í dag sær út til, at Fólkaflokkurin stendur sterkastur, tí ber ikki til at fáa eina ABC samgongu – har fólkaflokkurin longu hevur góð kort – kann Jørgen Niclasen skjótt gerast ein lyklapersónur. Hann kann til dømis gera eina fullveldissamgongu við minnu flokkunum og Tjóðveldi, men møguligt er eisini at gera eina ABE-samgongu. Minnu flokkarnir standa hinvegin veikir, tí sum floksdisiplinin er í dag, er tørvur á trimum stórum flokkum í samgongu. Hinvegin kann eg ikki siga við vissu, at sannlíka ABC-samgongan kemur at liva skeiðið út, tí ilt er at fáa eyga á visiónir og ætlanir. Tó kann ein møgulig ABC-samgonga megna at loysa leypandi málini, sigur Jógvan Mørkøre.


Skrivstovumálið verður gloymt

Hóast nógv rok í løtuni er um skrivstovumálið – bæði innan- og uttanlands – metir Jógvan Mørkøre ikki, at málið fer at fáa stórar avleiðingar í framtíðini.

- Hóast hetta mál helst fær eitt eftirspæl, dugi eg illa at ímynda mær at hetta fer at hava álvarligar avleiðingar í framtíðini. Samgongan, sum hevði trupulleikan er ikki til longur, so á tann hátt er ábyrgdin farin. Men hetta kemur í søgubøkurnar og verður nakað vit fara at flenna eftir. Uttanlands fara tey eisini at flenna at støðuni, men tað fer ikki at fáa nakrar avleiðingar sum so, tá sjógvurin hevur lagt seg, sigur Jógvan Mørkøre, stjórnmálafrøðingur.