Tað verður nógv verri!

Skúlamálið er bert ein avleiðing ? og hetta er bert byrjanin.

 

Birgir Mohr

Sandi

????????



Nógv rok hevur verið í fjølmiðlunum um Vestmanna skúla og fundin, sum leiðslan har hevði við mentamálaráðharran. Hetta hevur vakt flestu skúlaleiðslurnar kring landið ? eisini tey loysingarsinnaðu fólkini innan skúlaleiðslurnar ? at gera vart við sína ónøgd. Og tey hava jú so púra rætt.

Politikkurin er skeivur ? grundleggjandi skeivur ? og hettar má broytast.

Men mær tykist, sum mest verður fokuserað upp á framferðarháttin hjá mentamálaráðharranum? Tað er møguligt at hesin ikki er í lagi, men málið er bert ein av nógvu avleiðingunum av verandi og komandi loysingarpolitikkinum hjá Tjóðveldisflokkinum. Og tí væl meira álvarsligt.

Nóg mikið skuldi verið av peningi í Føroyum undir hákonjunkturinum til, at vit kunnu játta fólkaskúlanum ? grundstøði undir allari mentan, menning og endurnýggjan í fólki okkara ? sín grundtørv.

Men nei, vælferðarsamfelagið skal skerjast, tí vit skulu spara upp til fullveldið og loysing. Tað er orsøkin til, at aðaløking í føroyska samfelagnum í dag ? undir hákonjunkturinum ? sum almannamál, heilsumál, skúlamál, eftirlønarmál o.m.a. ikki fáa tær neyðugu játtaninar.

Og tað var eisini ein av orsøkunum til, at vit høvdu eitt nú liðugt, men lemjandi verkfall, tí vit sigast ikki at hava ráð til at geva okkara arbeiðsfólki í m.a. flakavinnuni ? høvuðsvinnu okkara og útflutningsvinna burturav ? rímilig kor at virka undir og lønarkor at liva av. Og tann nú fráboðaði politikkurin sigur okkum: Tað verður helst verri enn!

Vit hava higartil bert merkt byrjanina av avleiðingunum, tá alt skal sparast til frama fyri fullveldið og loysing skjótast gjørligt.

Prísurin verður, um Tjóðveldisflokkurin fær sín vilja, at vælferðarsamfelagið syndrast. Og so at pástanda, at hesin politikkur, sum nú fær heitið: Kenslupolitikkur uttan ábyrgd, eisnki skal koma at kosta okkum føroyingum, tað er at siga ósatt fyri fólkinum.

Onkur nevnir fólkaskúlan: grundstøðið undir (eisini) fullveldinum. Og tá Tjóðveldisflokkurin ikki skilir týdningin av fólkaskúlanum, ja so haltar tað helst eisini á øðrum økjum við at stýra samfelagnum? Nei, trupulleikin eitur ikki bert Torbjørn ? hann skal umsita lógirnar, sum Løgtingið viðtók.

Tann politikkur, sum skal førast í ríkisrættarspurninginum ? tjóðskaparmálinum kann ikki førast eftir tjóðveldisleisti. Tað hava seinastu trý árini prógvað. Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin vaðaðu ov langt út, og hava nú roynt í seinastuni at grynna inn aftur, men nógv er oyðilagt.

Ein nógv meira varin, hóvligur, langsiktaður og realistiskur politikkur á hesum økinum er kravdur. Ein politikkur, sum meginparturin av Føroya fólki stendur aftan fyri. Bert tá náa vit málinum uttan lemjandi kostnaðin í livistøði. Missa vit vælferðarsamfelagið ? tað persónliga frælsi, tá verður kostnaðurin hjá okkum føroyingum ov høgur at gjalda. Skúlin er bert eitt dømi av mongum herum í dag.

Okkum tørvar ein nýggjan politikk.