Tað verður turrari í dag

Sólin fer helst at kaga fram

Eftir tveir dagar við vindi og regni, roknar danska veðurstovan DMI við hampuliga góðum veðri í Føroyum í dag.

DMI sigur, at tað verður 5-10 m/s av vestri við sólglottum og onkrum æli. Hitin verður millum 7 og 11 stig. 

Í kvøld verður tað 8-13 m/s av útnyðringi, og eitt skifti verður tað skýggjað og ælaveður. Hitin verður um 7 stig.