Tað almenna skal blása lív í Tórsvøll

Ítróttur: Í fyrstuni var ætlanin, at nýggja landsstadionið í Gundadali alt sum tað var skuldi fíggjast privat, men í fíggjarlógaruppskotinum verður lagt upp til, at landsmyndugleikarnir skulu standa fyri 30 prosentum av íløgukostnaðinum

Um løgtingið ger, soleiðis sum tað verður lagt upp til í fíggjarlógaruppskotinum, sum varð lagt fyri tingið fyrr í vikuni, so fer tað almenna komandi árini at vera við til at tryggja fíggjarligt grundarlag undir ætlanini um Tórsvøll. Og tað fer aftur at bera við sær, at tað er ikki óhugsandi, at fyrsta byggistigið av landsstadion í Gundadali verður klárt at taka í nýtslu ikki so langt eftir túsund ára skiftið. Gerst hetta veruleiki, so fer tað uttan iva at hava við sær, at flestu landsdytirnir fara at verða spældir í Gundadali, har eisini havnarfeløgini og kanska onkur onnur feløg eisini fara at spæla heimadystirnar í Europa Cup og í Intertoto Cup.

Tað verður ivaleyst nógv at hoyra um ætlanina komandi vikurnar. Í komandi viku fer løgtingið at hava 1. viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, so verður tað beint í fíggjarnevndina, har tað plagar at fáa drúgva viðgerð, og so kemur tað aftur í løgtingið til 2. og 3. og endaligu viðgerðina. Uppskotið skal verða endaliga samtykt í hesum árinum, og tá fara vit at fáa at síggja, hvat tey 32 í tinginum hava játtað til nýggja landsstadion.

Í dag fara vit at hyggja eitt sindur eftir, hvat hevur gingið fyri seg inntil nú, tá tað viðvíkur Tórsvølli.


Ætlanin

Tað var hósdagin 1. juni 1995, at ætlanin um Tórsvøll varð almennakunngjørd í Listaskálanum í Havn. Ætlanin er at byggja stadion á økinum millum ítróttarhøllina á Nabb og teir báðar fótbóltsvøllirnar í Gundadali.

Tað fyrsta av teimum trimum byggistigunum ætlast at fevna um grasvøll, rennibreytir við seks geilum og tvey áskoðaraskýli. Annað byggistigið ætlast at fevna um at leggja tekju á áskoðaraplássini og at innrætta høli til ymisk endamál. Tá verða øll áskoðaraplássini liðug, og sitipláss verða til 7.400 áskoðarar.

Triðja byggistigið ætlast at fevna um ein bygning í trimum hæddum, sum skal reisast sunnanfyri vøllin og millum tey bæði áskoðaraskýlini ­ annað verður vestanfyri og hitt eystanfyri vøllin.


Upprunaliga ætlanin fyri fíggjarligum grundarlag

Tá ætlanin varð almanna kunngjørd fyri góðum tveimum árum síðani varð ikki so nógv gjørt burturúr fíggjarliga grundarlagnum undir ætlanini. Tað varð sagt, at bæði føroyingar og útlendingar vóru áhugaðir at vera við, og at ein stórur partur av fíggjarliga grundarlagnum ætlaðist at verða fingin til vega við tiltøkum, sum skuldu vera á økinum og við útleigan av hølum, m.a. til fríu vinnuna. Tá varð eisini sagt, at tað fór ikki at verða roknað við, at ætlanin skuldi fíggjast við almennum pengum, soleiðis sum annars hevði verið vanligt. Einasta almenna luttøkan í ætlanini segðist tá fara at vera, at bólkurin, sum stóð aftanfyri ætlanina, fór at heita á býráðið í høvuðsstaðnum um at fáa loyvi til at ráða yvir økinum í Gundadali í avmarkaða tíð. Býráðið gav loyvi, og seinni hevur býráðið longt tíðina.


Leikluturin hjá FSF

Fótbóltssambandið hevur sjálvsagt verið mett sum ein hin størsti ella rættari hin størsti brúkarin av nýggja stadion, og tí varð mett sum upplagt, at FSF fór at verða áhugað at vera við til at skapa fíggjarligt grundarlag.

Á aðalfundinum hjá FSF, sum varð hildin 3. februar 1996 varð ætlanin um Tórsvøll eitt sindur viðgjørd.

Torleif Sigurðsson, bossur í FSF, segði í munnligu formansfrágreiðingini í februar 1996, at ?neyvan hendir nakað við ætlanini, fyrrenn Fótbóltssambandið gevur greiðar ábendingar um, hvørja støðu FSF hevur til ætlanina. Her verður millum annað hugsað um ognarviðurskiftini. Um vit mæla til, at verkætlanin verður sett í verk, eru vit so tilreiðar at seta fleiri milliónir í Tórsvøll? Henda spurningin mugu feløgini taka støðu til³, segði formaðurin. Seinni á sama fundi setti formaðurin undir punktinum ymiskum eitt uppskot fram til samtyktar um at ?heimilað verður nevndini í Fótbóltssambandinum at seta partapening í Tórsvøll, upp til 2,5 milliónir krónur³. Drúgvt orðaskiftið stóðst av uppskotinum, sum varð samtykt við fimtan atkvøðum fyri og einari ímóti.

Spurningurin um Tórsvøll varð ikki viðgjørdur á ársaðalfundinum, sum var í februar 1997. Vit hava fregnast, um FSF hevur viðgjørt spurningin meiri, og okkum er upplýst, at ongar aðrar samtyktir eru gjørdar enn tann omanfyri nevnda á aðalfundinum í 1996.

Tað er ein sjálvvaldur bólkur, sum arbeiðir við málinum. Fótbóltssambandið hevur verið við á fundum, sum hava verið eftir aðalfundarsamtyktina í 1996. Nevndin í FSF hevur samtykt, at um nakar skal umboða FSF í bólkinum, so skal tað vera formaðurin. Torleif Sigurðsson hevur ikki møtt á nøkrum fundi. Í hansara stað hevur næstformaðurin í FSF, Børge B. Hansen, møtt á fundum.


Leikluturin hjá

tí almenna

Tórshavnar býráð hevur, sum áður nevnt, givið bólkinum, sum arbeiðir við ætlanini, loyvi at ráða yvir økinum í Gundadali.

Síðani tá hevur býráðið samtykt, at Tórshavnar kommuna skal játta 2,5 milliónir krónur til Tórsvøll. Játtanin skal gjaldast yvir trý fíggjarár, men hon er treytað av, at landsmyndugleikarnir játta tað, sum tað hevur verið vanligt at játta til ítróttarligar íløgur ella 30 prosent av samlaða kostnaðinum.

Um løgtingið samtykkir tekur undir við tí, sum í fíggjarlógaruppskotinum er sett av til Tórsvøll, so er samlaða upphæddin 7,95 milliónir krónur ella 30 prosent av samlaða kostnaðinum av fyrsta byggistiginum, sum kostnaðarætlanin sigur fer at kosta 26,5 milliónir krónur, og harvið kann eisini roknast við, at treytin fyri játtanini hjá Tórshavnar býráð er fylgd.

Fíggjarligi leikluturin hjá Tórshavnar býráð er í veruleikanum størri enn omanfyri nevnda játtan. Býráðið gjørdi fyrireikingararbeiðið til nýggja stadion, tá teir fyri nøkrum árum síðani gjørdu niðara fótbóltsvøllin av nýggjum. Tað arbeiðið kostaði 12 milliónir krónur, men tað ber ikki til at siga, hvussu stórur partur av hesum kann roknast sum fyrireiking til Tórsvøll.


Alt uppá pláss fyrst

Um løgtingið játtar tað, sum skotið verður upp í fíggjarlógaruppskotinum, so er umleið helmingurin av kostnaðinum til fyrsta byggistig fingin til vega.

Men fyrireikararnir hava sagt, at teir ætla sær ikki at seta spakan í, fyrrenn øll fíggingin er komin uppá pláss til fyrsta stigið. Tað verður mett, at møguleikarnir fyri privatum kapitali verða størri, um tað kann vísast á, at fyrireikarnir hava fingið stóran part av fíggjarliga grundarlagnum til vega.