Fýra partrolarapør eru í løtuni til fiskiskap eftir upsa. Fiskiskapurin er smáligur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serliga longu.
Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Tvey partrolarapør eru framvegis á gulllaksaveiði. Vertíðin er væl longri í ár enn undanfarin ár, tí í vertíðini hesaferð, sum byrjaði í apríl, eru bara fýra skip á hesi veiði.
Eftir at Eysturbúgvin sakk á fiskileið eftir gulllaksi á fyrsta túri í vertíðini í ár, hevur Vesturbúgvin, sum partrolaði saman við Eysturbúgvanum, ongan makkara havt.
Í løtuni er ein djúpvatnstrolari til fiskiskap eftir svartkalva. Teir koma inn at landa fyrst í næstu viku. Ein frystitrolari fiskar eisini svartkalva í Eysturgrønlandi.
Tríggir trolbátar eru til fiskiskap norðan fyri. Teir fáa mest av hýsu og nakað av toski og flatfiski. Allir koma inn at landa í næstu viku.
Tvey garnaskip fiska í løtuni svartkalva, og tvey fiska havtasku. Skipini á svartkalvaveiði hava brúkiligan fiskiskap, men fiskiskapurin eftir havtasku er smáligur.
- Øll garnaskipini koma inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.