Starvsfólkatoymið hjá Valdemar Lützen: Jón McGavin, handilsleiðari, Dánjal Petersen, sølumaður, Rúni D. Fossádal, sølumaður, Martin Johansen, sølumaður, Ronni á Krákusteini, sølumaður, Nigro B. Hermansen, lásasmiður, Torkil Dam, leiðari á lásadeildini, Andreas á Argjum, lásasmiður. Á myndini vanta Ann-Britt á Borg, fíggjarleiðari og Jón Helgi Lützen, parttíðar-hjálpari

Tað byrjaði jólaaftan

Jólaaftan í 1904 fekk Valdemar Lützen, eldri, handilsloyvi til at reka fyritøkuna P/f Valdemar Lützen

Starvsfólkatoymið hjá Valdemar Lützen: Jón McGavin, handilsleiðari, Dánjal Petersen, sølumaður, Rúni D. Fossádal, sølumaður, Martin Johansen, sølumaður, Ronni á Krákusteini, sølumaður, Nigro B. Hermansen, lásasmiður, Torkil Dam, leiðari á lásadeildini, Andreas á Argjum, lásasmiður. Á myndini vanta Ann-Britt á Borg, fíggjarleiðari og Jón Helgi Lützen, parttíðar-hjálpari

Hugurin hevði verið har leingi at fara undir sína egnu fyritøku, og Valdemar hevði sæð pápa sín, Jacob Lützen, rikið sína fyritøku við hepnari hond. So nú var løtan komin hjá honum at royna seg.

 

Valdemar Lützen fór at handla í fabrikkini hjá Öström, har hann seldi byggitilfar og kol. Hetta var  byrjanin til handilsvirkið Valdemar Lützen, ið heldur til á Skálatrøð í dag. Valdemar broytti vøruúrvalið eftir komandi tørvi. Hann keypti eisini skip, ið sigldu við farmi til handilsvirkið hjá sær umframt øðrum farmi til Føroya úr útlondum.

 

Fyrsta skipið, hann keypti, var »Forælders Minde« úr Danmark. Seinni var hetta skipið selt, og Valdemar Lützen læt byggja skonnartina »Sjey Systrar«, sum Andrias á Høvdanum av Strondum førdi.

 

##med2##

 

»Sjey Systrar« flutti ikki bara farm til Føroya, men sigldi eisini við útflutningsfarmi til miðalhavslondini.

 

Umframt hetta skipið hevði Valdemar Lützen eisini eina lítla lossijakt, ið æt »Diddan«. Hon sigldi við farmi kring oyggjarnar, men hon varð eisini brúkt sum avskipingarfar í Havn, tá ið stór farmaskip ikki fingu lagt at.

 

Í 1930 víðkaði Valdemar Lützen aftur um virkið sítt við at stovna frystivirkið í fabrikkini hjá Öström. Hetta var um tað mundið, tá ið skipini fóru á ísfiskaveiðu, men umframt hetta var eisini møguleiki hjá húsarhaldum at leiga sær goymslurúm til matvørur.

 

Tá ísfiskiskapurin í 1948-49 varð lagdur um til saltfiskaveiðu, varð frystivirkið stongt.

 

Árini 1925-1947 seldi Valdemar Lützen eisini olju og petrolium fyri Esso, men tá Esso í 1947 umskipaði seg soleiðis, at tað seldi beinleiðis, gavst Valdemar við at selja olju og petroleum.

 

Valdemar Lützen leigaði stór skip úr útlondum at koma við byggitilfari og kolalast nakrar ferðir um árið. Tá var farmagjaldið so lítið, at Valdemar seldi øll skipini og innflutti vørur við hesum stóru skipum í staðin. Kolið varð lossað upp í stórar kurvar og síðani koyrt í trillibøru á goymslu. Tað varð gjørt av »Høgu Kai«, ið varð løgd við »Skeiva Pakkhús« til sama endamál. Hetta kravdi nógv arbeiðsfólk, einar 15-20 mans.

 

Í 1952 varð handilsvirkið aftur umskipað. Anni Lützen stovnaði lítla búnýtisdeild á Bryggjubakka. Tá Valdemar Lützen (yngri), abbasonur Valdemar Lützen, kom aftur eftir lokna útbúgving í Holbæk og Newcastle, keypti virkið klædnahandilin hjá Heinesen í Vágsbotni, har Miðlahúsið heldur til í dag. Har læt virkið ein amboðshandil upp, sum Valdemar Lützen yngri var leiðari í.

 

Fyrst í 60'unum víðkaði Valdemar Lützen (yngri) amboðshandilin, so at hæddirnar í Vágsbotni vórðu tiknar í nýtslu. Amboðshandil á fyrstu hædd og búnýti á aðru hædd.

 

Hetta var gongdin í handilshúsinum í Vágsbotni til miðskeiðis í 1980'unum, tá ið avgjørt var at flyta amboðshandilin út á Skálatrøð, soleiðis at amboð og byggitilfar nú vóru samlað á sama stað í nýggja byggimarknaðinum á Skálatrøð.

 

Við tað at amboðsdeildin varð flutt úr Vágsbotni út á Skálatrøð, hevði Valdemar yngri latið lívsverkið frá sær, tí hann vildi ikki flyta úr handilshúsinum í Vágsbotni. Tað bar í sær, at búnýtisdeildin varð víðkað til báðar hæddirnar – og tað eydnaðist væl.

 

##med3##

 

Ganga nýggjar leiðir

 

Høgni Lützen, ið er sonur Valdemar, kom eftir seks ár í Danmark heim at taka yvir fyritøkuna í 2003.

 

Hann hevði roynt seg innan byggimarknaðarfakið hjá fyrst Silvan, og síðan Bauhaus. Í 2000 fekk hann møguleika at verða við at uppstarta Silvan byggimarknaðin inni á Fisketrovet í Keypmannahavn, sum tá stóð sum ein av mest nýmótans innkeypscentrunum í Danmark.

 

Í januar 2003 varð so ættarliðsskifti. Høgni Lützen, ið er fjórða ættarlið, tók við í amboðshandlinum á Skálatrøð. Her verður arbeitt eftir sama leisti. Her er tænastan í hásæti við kappingarførum prísum. Hevur tú so røttu vøruna at bjóða fram, so hevur tú frágreiðingina upp á støðugu framgongdina hjá Valdemar Lützen síðan 2003 og fram til dagin í dag.

 

Haraftrat varð tó víðkað um vøruúrvalið soleiðis, at tað fevndi um ein víðari málbólk, so sum byggivinnuna og rustfría heilsølu til skipa- og maskinmarknaðin í Føroyum. Hetta varð m.a. gjørt við at fáa Føroya størsta úrval inn á rustfría A4 marknaðin. Soleiðis fekst ein góð byrjan við eini vørunissju, ið hevur borið frukt hjá Valdemar Lützen Byggibúð til tann dag í dag.

 

Ein vørubólkur, ið er nógv vaksin tey seinnu árini, er lás og lyklar.

 

– Hetta saman við, at vit fóru at bjóða eina lásatænastu um allar Føroyar við systemlásum og elektroniskum lásum, skuldi vísa seg at loysa seg væl. Hesin lásamarknaður er alsamt vaksin tey seinastu nógvu árini, sigur Høgni Lützen.

 

Tann størsta broytingin er skiftið í eftirspurningin innan lás, har, ið vit í stóran mun er farin frá vanligum lyklum og yvir til elektronisk lás, har ið vit brúka kort ella brikkar ístaðin fyri vanligar lyklar, greiðir hann frá.

 

– Tað roynist eisini nógv lættari at brúka, eisini innan trygd. Hetta tí at vit frá eini teldu altíð kunnu fylgja við, hvør ið ferðast í bygninginum, eins og tað er lætt at sletta ein elektroniskan brikk ella kort, um ein skuldi steðgað á arbeiðsplássinum og ikki fær avleverað kortið ella brikkin hjá sær, sigur hann.

 

Stórir kundar innan lás hjá Valdemar Lützen lásatænastu eru eitt nú stórar fyritøkur innan fiskivinnu, alivinnu og almennir stovnar.

 

– Soleiðis eru lásini vorðin ein nærum eins stórur partur av fyritøkuni, sum amboðs og maskinparturin. Vit kopiera tó so, eisini nógvar lyklar. Bæði vanligar, sum speciallyklar og billyklar. Fyriuttan lás til vinnuna og almen feløg á landi, veita vit eisini lás og lyklar til skip, leggur Høgni Lützen afturat.

 

Fýra mans eru knýttir at lásatænastuni á fulla tíð.

 

Fyritøkan Valdemar Lützen er størsti forhandlari av Bosch el-maskinum í Føroyum. Ikki færri enn gott 40 veggjafak við maskinum og tilhoyri eru í handlinum á Skálatrøð. Og verður hetta mett sum ein av størstu úrvalum í norðanlondum.

 

–  Prísurin er kappingarførur sum á danska marknaðinum, og tað sigur okkum eisini, hví stórar fyritøkur í byggivinnuni keypa Bosch frá Valdemar Lützen á Skálatrøð, sigur Høgni Lützen.

 

Úrvalið til urtagarðin hevur altíð verið stórt, kanska eisini tí, at Høgna dámar sera væl at fáast við sín egna urtagarð í frítíðini. Serliga gongur hann høgt upp í at hava ein tættan og grønan grasvøll, Tað riggar væl saman við trøum og beðum við barki á. 

 

Í samrøðuni við Høgna fer prátið nú frá farnari søgu og nútíðar góðu gongdini innan ymisk søluøki, ið fyritøkan hevur specialiserað seg innanfyri – yvir til framtíðina.

 

Vit hyggja yvir Skálatrøð, sum Høgni er so góður við, og sum hann hevur tikið nakrar dystir upp við fyrrverandi býráðssamgongur har, ið ætlannir um Tjóðleikhús eru steðgaðar.

 

– Til frama fyri framgongd, lív og parkeringspláss, ið jú er treytin fyri øllum framburði, sigur hann.

 

Høgni Lützen fegnast um, at tey nú loksins hava funnið eina hóskandi staðseting til Tjóðleikhúsið, har tað ikki ger nøkrum fortreð.

 

– Tað skal ikki verða pláss fyri ørðum, men báðum í einum býi sum Havnini, sigur hann.

 

Næsta ættarliðskiftið er upp á pláss við soninum Valdemar (tann triði).

 

– Og skuldi hugurin ikki verið til dagliga sølu í handlinum, so er pláss í nevndini til Valdemar, sigur stolti pápin.

 

– Tað má so tíðin vísa, nú hann bert er 14 ár, sigur Høgni, sum leggur dent á eina ta bestu frágreiðingina til góðu gongdina hjá fyritøkuni: Tað eru starvsfólkini!

 

– Tey eru nú 11 í tali, og hava tey fríar ræsur at handla frítt við kundarnar, har ið tænastan altíð kemur í fremstu røð. At geva góðum starvsfólki frítt at virka er lykilin til einihvørja framgongd, sigur hann.

 

Í mai í ár keypti Høgni Lützen bygningin á Skálatrøð 14, ið hýsir handlinum og fyritøkununi Valdemar Lützen byggibúð, rustfría heilsølu og Lásatænastu. Og fekk hann hervið avgreitt síðstu snøklarnar, sum koma at tryggja fyritøkuni Valdemar Lützen eina langa og bjarta framtíð, nú fyritøkan fyllir 118 ár komandi jólaaftan. Elsta fyritøka í Havn.

 

##med4##

 

Høgni er sætta ættarlið av Lützen í Føroyum

 

Valdemar Lützen, sum sum stovnaði handilsvirkið við sama navni í 1904, hevði ikki handilstalentirnar frá ongum. Hann var sonur Jacob Lützen, sum eisini var handilsmaður. Hann búði á Áarvegnum í Havn.

 

Høgni Lützen, sum nú rekur handilsfyritøkuna, er sætta lið í Lützenættini í Føroyum.

 

Ættin kom til Føroya, tá danin, tann 24 ára gamli Andreas Christian Lützen í 1838 meira ella minni av tilvild søkir lærarstarv í Havn – ella rættari, lærarastarvið í Havn, tí har var bara eitt starv í nýggja almuguskúlanum úti á Reyni, har hann var einalærari hjá 130 børnum.

 

Í Føroyum giftist Andreas Lützen Evu Margretu Jacobsen, sum var úr Bainastovu. Tey fingu børnini Annu Lützen, Niklas Lützen, Jacob Lützen, Lütje Lützen, Georg Lützen, Andreas Christian Lützen og Edvard Lützen. Andreas Christian Lützen doyði 25. juli í 1974, tá hann stóð á Kongabrúnni og helt røðu fyri Fríðriki IX kongi, sum loftaði Lützen, ið tí hann small.

 

Valdemar Lützen (1878-1957) er sum nevnt sonur Jacob Lützen. Sonur Valdemar var Mogens Lützen (1909-2006), og sonur Mogens Lützen var Valdemar Lützen (1933-2018), sum er pápi Høgna Lützen, sum nú rekur handilin á Skálatrøð – og sum er sætta ættarlið frá Andreasi Christian Lützen.

 

Hetta bjóðar Valdemar Lützen:

 

• Amboð

 

• Maskinur

 

• Allir Lyklar

 

• Hurðahondtøk og lás

 

• Besløg og Skrúvur

 

• Rustfrítt tilfar

 

• Alt til urtagarðin

 

• Lím og fugu

 

• Heingilás

 

• Lás og besløg til gamlar møblar

 

• Øll battarí

 

• Filt til stólar

 

• Lyktir

 

• Zippo tendarir

 

• Alt innar Knívar og Dálkar

 

• Felliknívar

 

• Fullfíggjað Victorinox úrval

 

• Tec7 og Sika

 

• Bacho, Wera og Knipex

 

• Alt innan Hobby-arbeiði

 

• El-lutir

 

• Krákunev og spakar

 

• Kustar og Skovlir

 

• Handskar og trygdarútgerð

 

• Fiskireiðskapur

 

Nakrar eldri myndir úr umhvørvinum:

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

 

 

Starvsfólkatoymið hjá Valdemar Lützen: Jón McGavin, handilsleiðari, Dánjal Petersen, sølumaður, Rúni D. Fossádal, sølumaður, Martin Johansen, sølumaður, Ronni á Krákusteini, sølumaður, Nigro B. Hermansen, lásasmiður, Torkil Dam, leiðari á lásadeildini, Andreas á Argjum, lásasmiður. Á myndini vanta Ann-Britt á Borg, fíggjarleiðari og Jón Helgi Lützen, parttíðar-hjálpari

Handilsvirksemið hjá Valdemar Lützen byrjaði í fabrikkini hjá Østrøm við Rættará. Nógv er broytt hesi 118 árini – nú er stórt parkeringspláss framma fyri kaiinia hjá Østrem, sum Jóan Petur uppi í Trøð yrkir um í kenda sanginum »Til Havnar vit fara«

Valdemar Lützen veita alt til bátar og skip – sum passar til slogani »har sólin og sjógvurin møtast«

Høgni Lützen, stjóri, sum eisini eigur fyritøkuna Valdemar Lützen. Aftanfyri sæst standmynd av langabbanum, Valdemar Lützen, sum stovnaði fyritøkuna í 1904