Tað er gulldeymur í Vágum

Stórt ferðalag fyrireikar seg at fara til Havnar, eftir at FM steyp varð handað mánakvøldið

Dagurin í dag kann fara at vísa seg at verða tann størsti í søguni hjá 07 Vestur. Í Vágum er spenningurin stórur undan seinnu hálvfinaluni í kappingini um løgmanssteypið. Tá ið HB 28. juni var í Sørvági, endaði tað 1-1. Eftir eitt korter legði Dan í Soylu HB á odda, og átta minuttir seinni javnaði Daniel Obbekjær til  1-1.

 

Á Dungasandi var gullrómur mánakvøldið, tá ið U-21 liðið hjá 07 Vestur fekk handað FM steypið. Hetta kvøldið endaði landskappingardystur ímóti HB 1-1.

 

Í Vágum plagdi spurningurin at snúgva seg um, um tað fór at eydnast at varðveita plássið í bestu deildini. Tann tíðin er langt síðani farin, og nú snýr tað seg um møguleikan hjá 07 Vestur at vinna seg í fyrstu finaluna um løgmanssteypið.

 

Eingin ivi er um, at tað verður nógv fólk í bygdaskýlinum í kvøld. Fjepparafelagið har vesturi skipar fyri bussferðum, og tríggir bussar eru fullsettir. Og so eru tað øll tey, sum fara undir Vestmannasund í egnum bili.

 

##med2##

 

Símun Joensen er saman við Arnar Dam og Óla Ejdesgaard venjari hjá 07 Vestur U-21, sum hevur vunnið FM. Abraham Løkin er høvuðsungdómsvenjari í Vágum