Lítið nýtt undir sólini

Partrolararnir hava smáligan fiskiskap, bara ein djúpvatnstrolari er úti, og tveir av teimum smáu trolbátunum eru í løtuni til fiskiskap.

 

Tað er ikki nógv nýtt í trolfiskiskapinum undir Føroyum. Her eru flestu partrolarapør til fiskiskap. Skipini koma inn at landa, sum næsta vika gongur, og fiskiskapurin eftir upsa er smáligur.

 

Ella - vit kunnu siga, at tað er, sum tað hevur verið í langa tíð; lítil upsafiskiskapur og at síggja til ger tað ongan mun, at partrolararnir nú eru slopnir inn á áður stongdar leiðir at fiska við rist í trolinum.

 

Hjá djúpvatnstrolarunum er heldur einki nýtt. Her er bara ein til fiskiskap. Teir fiska svartkalva  og landa møguliga síðst í næstu viku - og ein annar djúpvatnstrolari liggur framvegis.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vita tey í dag at siga, at tveir av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap. Teir koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.

 

Trolbátarnir hava eina blanding av havtasku, longu og upsa.

 

- Tvey garnaskip fiska svartkalva, men hava smáligan fiskiskap. Bæði skipini koma inn at landa síðst í næstu viku.

 

Lagt verður aftrat, at tvey garnaskip fiska havtasku. Tey hava brúkiligan fiskiskap og koma væntandi inn at landa miðskeiðis í næstu viku.