Tað er rættur jólaandi at hjálpa teimum sum tørva

- Tað er álvarsamt, at tað í Føroyum eru mong, sum ikki fáa endarnar at røkka til tað mest neyðturviliga – eisini nú á jólum, sigur Elin Hentze.

 

Hvat dámar tær hesa tíðina av árinum, nú jólini eru nær?  

 

Mær dámar sera væl hesa tíðina. Tað er so hugnaligt við øllum ljósunum heima við hús og í býnum hesa myrku tíð. Mær dámar væl at taka tað róligt í desember og at taka mær tíð til at seta meg niður við einum heitum drekkamunni og onkrum søtum jólaligum afturvið á onkrum av teimum hugnaligu kafé'unum, vit hava í Havn. 

 

Tað sigur Elin Hentze, og hon leggur aftrat:

 

- Hesa tíðina av árinum fara tankarnir ikki minst til tey, sum á ymiskan hátt ikki hava tað so gott um jólini. Tað kann vera tey, sum stríðast við at fáa endarnar at røkka saman, bústaðaravbjóðingar, einsemi og ymiskt annað. Slíkt verður altíð enn týðiligari um jóltíðir. 

 

Hvussu fyrireikar tú teg til jólini – við pynting, baking og mati?  

 

Eg geri ikki so ógvuliga nógv burturúr við at pynta. Havi mest perur í ymiskum litum, stjørnu í vindeyganum, og stearinljós. Men tó so, okkurt jólaprýði er eisini. 

 

Elin Hentze heldur, at tað er so jólaligt við reyðum og grønum litum, tá jólini stunda til.

 

- Baking geri eg ikki nógv av. Heldur dámar mær væl at keypa okkurt – til dømis á ymiskum marknaðum, so sum tiltakinum “Livandi tilfeingi”, har eg keypti heimabakaðar kleynur og føroyskt jólaté.

 

Hon vísir á, at henni dámar væl at stuðla føroyskari matframleiðslu, og hon hevur bæði keypt ræst kjøt av Signabø, syltaða kálrót úr Nólsoy, frískt salat úr Kvívík, ost og rabarbusúltutoy av Trøllanesi.

 

- Sovorðið er so spennandi, haldi eg, og tað smakkar eisini so væl, sigur Elin Hentze.

 

Keypir tú jólagávur, og eru onkrar longu komnar í hús?  

 

Jólagávurnar eru ikki líka nógvar, sum tær hava verið. Men tað er altíð gott at geva og fáa jólagávur. Sjálv dámar mær væl gávur, sum stuðla føroyskari framleiðslu ella mentanarupplivingum onkunsvegna.

 

Hon sigur, at hon hevur ikki keypt allar jólagávurnar enn, men onkrar eru komnar í hús. Tær seinastu verða keyptar í síðstu løtu, men tað man fara at ganga, heldur hon fyri.

 

Eru jólini ov handilslig, ella dámar tær jólini, sum tey eru?  

 

Eg havi sum so ikki nakra meining, um jólini eru ov handilslig ella ei. Jólini eru, sum man ger sær tey, haldi eg. Sjálv brúki eg ikki alt ov nógvan pening um jólini. Tað er ikki tað, sum avgerð hugnan, haldi eg. 

 

Elin Hentze leggur aftrat:

 

- Eg haldi, tað er álvarsamt, at tað í Føroyum eru nógv, sum ikki fáa endarnar at røkka saman til tað mest neyðturviliga – eisini nú á jólum.   

 

Hon heldur, at vit mugu hava fleiri almennar skipanir, sum lofta hesum - alt árið.

 

- Tó er tað gleðiligt at síggja, at tað eru alsamt fleiri, sum royna at hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp - eisini á jólum. Hetta er eftir mínum tykki rættur jólaandi, leggur hon aftrat.