Ein avleiðing av ringa veðrinum í Grønlandi er, at Air Greenland noyðist at leiga eyka flogfar at flúgva ferðafólk til Danmarkar leygardagin.

Tað er stormur í Nuuk

Umleið 110 ferðafólk, sum skulu til Danmarkar, eru í dag strandað í Nuuk og í Kangerlussuaq.

Ein avleiðing av ringa veðrinum í Grønlandi er, at Air Greenland noyðist at leiga eyka flogfar at flúgva ferðafólk til Danmarkar leygardagin.

Fleiri enn hundrað ferðafólk sleppa ikki á flog úr Nuuk, tí tað er stormur. Ein avleiðing av hesum er, at Air Greenland noyðist at leiga eitt eyka flogfar at flúgva til Danmarkar leygardagin.

 

Veðurforsagnirnar fyri Nuuk í dag og í morgin eru, at tað verður stormur og regn í grønlendska høvuðsstaðnum. Mátingari í Nuuk í morgun vístu, at vindmegin var 31,7 metrar um sekundið.

 

Og hetta ávirkar flogferðsluna bæði í og úr Grønlandi.

 

Air Greenland upplýsir yvirfyri Sermitsiaq, at umleið 110 ferðafólk í dag eru strandað í Nuuk og í Kangerlussuaq. Stormurin ávirkar eisini flogferðsluna innanlands í Grønlandi.

 

- Í dag hevur øll flogferðsla til og úr Nuuk verið ávirkað av ringa veðrinum, og hetta ávirkar eisini ferðandi, sum skuldu víðari til Danmarkar. Talan er í løtuni um eini 110 ferðafólk.

 

Tað sigur eitt samskiftisfólk hjá Air Greenland, Ujammiugaq Engell, við grønlendsku heimasíðuna.

 

Ujammiugaq Engell leggur aftrat, at tað hevur eydnast Air Greenland at leiga eitt eyka flogfar frá Niceair at flúgva leygardagin, soleiðis at ferðandi, sum skulu til Danmarkar, kunnu sleppa avstað.

 

Vónir vóru um, at flogferðslan úr Nuuk kundi byrja aftur í kvøld, men sambært Danmarks Meteoroligiske Institut fer nógvi vindurin ikki at minka fyrr enn seinnapartin í morgin.

 

 

 

Ein avleiðing av ringa veðrinum í Grønlandi er, at Air Greenland noyðist at leiga eyka flogfar at flúgva ferðafólk til Danmarkar leygardagin.