Tað er trýst á HB

Seinni ólavsøkudysturin verður spældur í dag, tá ið FC Suðuroy vitjar í Gundadali

Seinni ólavsøkudysturin verður spældur klokkan 16 í dag í Gundadali. HB tekur ímóti FC Suðuroy.

 


Undan dystinum er HB á fjórða plássi við 30 stigum, meðan FC Suðuroy er á áttanda plássi við 14 stigum. Øll hini oddaliðini hava vunnið sínar dystir hetta leikumfarið, og tískil er trýst á HB undan dystinum, so at teir reyðsvørtu ikki dragna í oddastríðnum.

 

Tað hevur verið fitt av leikaraútskifting í hópinum hjá HB í summarsteðginum. Heini Vatnsdal og Rókur av Fløtum Jespersen komu afturat hópinum, áðrenn kappingin fór í summarsteðg, men HB hevur eisini mist fólk. Símun Samuelsen er farin til júst FC Suðuroy, meðan besti HB-leikarin hetta kappingarárið, René Shaki Joensen, er farin til danska Vendsyssel at spæla fótbólt. Spennandi verður, hvussu tað fer at hilnast hjá HB uttan René, tí at stórur partur av spælinum hjá HB hetta kappingarárið hevur gingið ígjøgnum hann.

 

Teir úr FC Suðuroy kunnu vera rættiliga væl nøgdir við fyrru hálvu av landskappingini. Felagið hevur tað sum sítt avgjørda mál at yvirliva í Effodeildini, og áðrenn dagsins dyst er liðið fimm stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Í summarsteðginum er FC Suðuroy blivið styrkt við Símuni Samuelsen, Teitur Tausen, Reidar Dahl Joensen og Inga Poulsen. Sostatt er felagsliðið úr Suðuroynni væl brynjað til seinnu hálvu av landskappingini.

 

Dysturin byrjar sum kunnugt klokkan 16 í dag. Kári J. á Høvdanum er dómari.