Tað eru nógv mest foreldur, sum venda sær til barnaverndirnar kring landið, at biðja um hjálp.
Tað vísa tøl yvir virksemi hjá barnaverndunum kring landið.
Tølini vísa, at ein fjórðingur, ella 23,8 prosent av teimum, sum boða frá einum barnaverndarmáli, eru tey, sum hava foreldramyndugleikan á barninum.
Harafturat kemur tað eisini fyri, at tað eru foreldur, sum ikki hava foreldramyndugleikan yvir barninum, ella onnur í familjuni, sum boða fr á barnaverndarmálum.
Sostatt eru tað fólk í nærmastu familjuni hjá barninum, sum eru tey, ið nógv oftast boða barnaverndunum frá, tá ið børn og ung onkusvegna ikki hava tað gott og tilsamans eru næstan 30 prosent av øllum fráboðanum til barnaverndirnar frá teimum.
Hin parturin av fráboðanum kemur frá yrkisliga umhvørvinum, sum barnið beinleiðis, ella óbeinleiðis, hevur samband við.
Tann yrkisbólkurin, sum fráboðar oftast, eru skúlarnir, tí teir standa fyri 15,2% av øllum fráboðanum. Uttanfyri familjuni, eru tað sostatt skúlarnir, ið oftast gera barnaverndirnar varugar við óreglulig viðurskifti.
Men eisini løgreglan ger ofta vart við seg, tí stívliga 11 prosent av øllum fráboðanunum til barnaverndina, koma frá løgregluni.
Eisini heilsufrøðingarnir hava ein leiklut, tí teir geva barnaverndunum 8,6 prosent av øllum fráboðanum og dagstovnarnir til børn eiga 5,7 prosent av fráboðanum.
Annars koma fráboðanir eisini frá kommunulæknum, Psykiatriska deplinum, ljósmøðrum, og øðrum.
Hinvegin hendir tað seg eisini, at børn og ung sjálvi venda sær til barnaverndirnar, og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at barnaverndirnar taka mál upp av sínum eintingum, tí 8,6 prosent av øllum málum, eru tey, sum barnaverndirnar sjálvar taka upp.
Men her skal viðmerkjast, at meiri enn fráboðari kann vera til eitt mál.