Tað eru tey ríku sum fáa stuðul til grøna umlegging

– Hetta hevur kostað landskassanum hundraðtals milliónir, og stuðulin er í allar flestu førum endaður hjá borgarum, sum eru væl fyri

Tað heldur Miðflokkurin, sum tí hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka veggjaldið fyri elbilar.

Í viðmerkingum til uppskotið sita teir báðir uppskotsstillararnir, Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum, at landskassin hevur seinastu árini stuðlað borgarum til at gera grønar íløgur í elbilar, hitapumpur og jarðhitahol.

– Hetta hevur kostað landskassanum hundraðtals milliónir, og stuðulin er í allar flestu førum endaður hjá borgarum, sum eru væl fyri. Hetta er sosialpolitikkur, sum vendir á høvdið.

Teir siga, at borgarar fáa tó ikki bara stuðul til sjálva íløguna, tá tað kemur til elbilar. Tí oman á afturbering fyri mvg og lækkað skrásetingargjald, so fáa elbilar eisini rakstrarstuðul ígjøgnum vegskattin frá landinum umframt lægri streymkostnað frá SEV. Hesum seinna ráða kommunurnar tó fult og heilt yvir.

– Hóast ein elbilur hevur lítið útlát, meðan hann koyrir, so slítur hann nógv upp á vegakervið í Føroyum, siga teir báðir.

– Hetta orsakað av, at elbilar viga nógv meira enn aðrir persónbilar. Av somu orsøk slítast dekkini skjótari á elbilum. Tað er áður komið fram, at smáu gummipartiklarnir frá bildekkum enda úti í náttúruni og dálka umhvørvið, so hvørt dekkini slítast.

– Tað vísir seg eisini, at tað kemur minni inn í vegskatti eftir nýggja umhvørvisleistinum samanborið við innkrevjingina eftir vektgjaldi. Tá tann nýggi leisturin ikki tekur hædd fyri hægri vekt og harvið øktum sliti, so fer skipanin ikki at hanga saman sum frálíður. Av øllum omanfyri nevndum orsøkum samanlagt halda uppskotsstillararnir tað verða neyðugt at gera broytingar í innkrevjingini av vegskatti.

Teir vísa á, att sambært tølum hjá Akstovuni eru 1.841 akfør skrásett við el sum drívmegi tann 01.02.2024. Av hesum eru 72 elprutl. Eitt eldrivið akfar upp til 3.500 kg í heildarvekt (persónbilar) rindar ongantíð meira enn 1.500 kr. í vegskatti.

– Hetta er tó ikki galdandi fyri persónbilar, sum hava aðra drívmegi (bensin, diesel, HEV og PHEV). Tey gjalda frá 1.720 kr. til 4.600 kr., um tey eru skrásett áðrenn 2017 (vektgjald) og frá 2.000 kr. til 9.000 kr. um tey eru skrásett eftir 2016 (umhvørvisgjald).

– 13.938 akfør rinda vegskatt eftir vektgjaldi. 4.224 akfør rinda vegskatt eftir NEDC-leistinum og 9.590 akfør rinda eftir WLTP-leistinum, also tilsamans 13.814 rinda vegskatt eftir umhvørvisgjaldi.

Teir siga, at samanumtikið rindar helvtin av akførunum vegskatt eftir vektgjaldi og hin helvtin eftir umhvørvisgjaldi. Tey, sum rinda eftir eldra leistinum, tað er vektgjaldi, rinda 3.753,06 kr. í miðal pr. akfar, meðan tey, sum rinda eftir nýggja leistinum, tað er umhvørvisgjald, rinda 3.347,83 kr. í miðal pr. akfar. Also elbilar og akfør, sum rinda eftir umhvørvisleistinum, rinda heilar 405,23 kr. minni í miðal pr. akfar enn tey, sum rinda eftir vektgjaldi (sí fylgiskjal 3).

Endamálið við uppskotinum Miðflokkinum er, at farið verður aftur til ta, sum teir siga, »meiri rættvísu skipanina í vegskattinum«. Tá meina teir við at innføra vektgjald fyri øll akfør aftur.

– So rinda allir bileigarar vegskatt sambært tí, teirra bilur slítur vegirnar. Samstundis kemur meira peningur inn í vegskatti, ið verður oyramerktur til viðlíkahald av vegakervinum í Føroyum, sum hevur eitt stórt eftirsleip, siga Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen, sum fyri at taka samanum siga:

– Við hesum lógaruppskotinum verður farið aftur til, at øll akfør upp til 3.500 kg rinda vegskatt eftir vektgjaldi. Hetta ger, at allir persónbilar verða javnsettir hvør við annan, samstundis sum meiri peningur kemur inn í landskassan í vegskatti. Hesin peningur verður oyramerktur til viðlíkahald av landsvegunum í uppskoti um eykajáttan, sum er lagt fram saman við hesum uppskotinum.

 

Meira um uppskotið kann lesast við at trýsta her