Tað vóru sera uppsettir høvuðsstaðarmenn, sum í seinna hálvleiki skoraðu fýra mál og vunnu 6-0 á Svangaskarði.
Harvið loftaði HB sær í fyrsta dystinum heima á landi eftir óeydnistúrin suðuri í Albania.
Hjá B68 vendi alt øðrvísi. Eitt var, at fleiri at lyklaspælarunum vóru leikbannaðir, og annað var tað, at tveir av teimum, sum skuldu vera millum teir fyrstu ellivu, kortini ikki vóru við. Álopsspælarin Steffan A. Løkin, tí hann vísti seg at vera skaddur, og Esmar P. Clementsen, ið hevur verið so sera væl upplagdur, tí hann var noyddur í sóttarhald.
HB hevði bóltin nógv størsta partin av tíðini, og tað vóru fleiri spentar støður í B68 brotsteiginum í fyrra hálvleiki, men tey bæði málini, sum gestirnir skoraðu í fyrra hálvleiki, stóðust av lítið sannførandi verjuspæli.
Fyrra málið í fyrra hálvleiki skoraði Daniel Johansen úr ellivu metrum, eftir at málverjin hevði gjørt brotsspark, og seinna málið skoraði Mikkel Dahl, eftir at málverjin misti bóltin út aftur, og so var málrevurin fyrstur á. Mikkel Dahl skoraði eitt mál í seinna hálvleiki eftir innlegg frá Daniel Johansen úr vinstru, og hann hevur nú skorað 14 mál og er einsamallur ovast á máltindinum.
Stefan Radosavljevic, sum er komin seg heilt eftir at hava verið skaðadarvaður, skoraði tvey mál í seinna hálvleiki. Tað fyrra eftir innlegg úr vinstru frá Pæturi J. Petersen, sum ikki hevur verið so nógv við í ár, men sum í kvøld var millum teir fyrstu ellivu, og tað seinna eftir sending frá René S. Joensen. Áki D. Samuelsen, sum í kvøld fekk møguleikan millum teir fyrstu ellivu, setti punktum, tá ið hann staðfesti 6-0 sigurin.
Øssur Hansen ásannaði, at hetta góðveðurskvøldið á Svangaskarði var ikki teirra dagur:
-Vit restaðu fimm menn í gjár, og tá ið dysturin varð bríkslaður í gongd, manglaðu vit sjey menn frá síðsta dysti. Ungir menn fingu møguleikan, og teir læra av hesum. Hetta var fyrsta ferðin, at Hilmar og Aron vóru millum teir fyrstu ellivu, og Hjarnar varð skiftur inn fyri fyrstu ferð, sigur Øssur Hansen venjari hjá B68.
Hvat heldur tú um fyrru hálvu av kappingini?
-Vit royna at menna okkum við at spæla fótbólt, og tað hevur ikki gingið so illa. Trupulleikin hevur verið, at vit ikki hava vunnið úrtøku. Kanska kundu vit havt eini átta stig aftrat. Eg eri væl nøgdur við spælið, men vit hava trupulleikar bæði í verju og álopi, sigur Øssur Hansen.
Kevin Schindler er fyribilsvenjari hjá HB, og hann kundi ikki vera annað enn nøgdur við 6-0 sigurin á Svangaskarði:
-Eg bað spælararnir fara á vøllin og ikki hugsa ov nógv um tað, sum hevur gingið fyri seg. Heldur skuldu teir spæla tað, sum eg veit, at teir duga. Tá ið vit høvdu vitjan av B68, endaði tað 1-0, so hetta var ein góður sigur.
Hví var Adrian Justinussen á beinkinum í dag?
-Tað var bara tí, at hann hevur spælt so nógv, og eg helt, at tað var møguleiki at gera aðrar royndir.
Verður tú HB venjari restina av kappingini?
-Eg dugi einki at siga. Spælararnir halda frí í nakrar dagar, áðrenn vit fara undir fyrireikingarnar til næstu dystirnar. Felagið og eg tosa saman, men eg dugi ikki at siga, hvussu tað verður næstu vikurnar og tað, sum er eftir at kappingarárinum, sigur Kevin Schindler.
B68 – HB 0-6 (0-2)
0-1: Daniel Johansen br 18.
0-2: Mikkel Dahl 28.
0-3: Stefan Radosavljevic 58.
0-4: Mikkel Dahl 73.
0-5: Stefan Radosavljevic 73.
0-6: Áki D. Samuelsen 76.
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
B68: Joakim Jurs – Helgi Johannesen, Hjalti Stømsten, Aleksandur Ó. Jensen, Aron Reinert Hansen – Fríði í Túni Petersen (Hjarnar Johansen, 85.), Áki Johannesen, Jann Ingi Petersen, Andri Benjaminsen (Ari Johannesen, 90.) – Bárður Ó. Jensen, Hilmar á Regni Højgaard (Jákup Reinert Højgaard, 62.)
Gult kort: Hjalti Strømsten, Andri Benjaminsen
Venjari: Øssur Hansen
HB: Teitur Matras Gestsson – Heri H. Mohr, Bartal Wardum, Hørður H. Askham, Daniel Johansen (Ási Dam, 67.) – René S. Joensen, Stefan Radosavljevic, Michal Przybylski (Adrian Justinussen, 73.) – Áki D. Samuelsen, Mikkel Dahl (Hilmar Leon Jakobsen, 73.), Pætur J. Petersen
Gult kort: Michal Przybylski
Venjari: Kevin Schindler
KÍ | 15 | 13 | 2 | 0 | 59 | 4 | 41 |
Víkingur | 14 | 9 | 4 | 1 | 32 | 13 | 31 |
HB | 14 | 9 | 3 | 2 | 43 | 9 | 30 |
NSÍ | 15 | 8 | 3 | 4 | 30 | 22 | 27 |
B36 | 14 | 6 | 6 | 2 | 26 | 14 | 24 |
EB/Streymur | 13 | 3 | 3 | 7 | 12 | 24 | 12 |
ÍF | 14 | 3 | 2 | 9 | 16 | 39 | 11 |
07 Vestur | 14 | 3 | 2 | 9 | 17 | 47 | 11 |
B68 | 14 | 1 | 3 | 10 | 16 | 45 | 6 |
TB | 13 | 0 | 2 | 11 | 6 | 40 | 2 |
16. umfar
25. juli
ÍF - B68
27. juli
Víkingur - NSÍ
07 Vestur - EB/Streymur
28. juli
B36 - TB
29. juli
HB - KÍ (verður ivaleyst útsettur, tí HB skal spæla á heimavølli í Europa Conference League henda dagin)