- Hetta árið hevur verið eitt av teimum ógvuliga hendingaríku árunum.
Tað staðfesti Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnmálum, tá ið hann setti vinnudagin í Norðurlandahúsinum fyri løtu síðani.
Sí fleiri myndir frá vinnudegnum við at trýsta HER
Hann sipaði til trætuna – og semjuna- um makrelin og hann fegnast um, at føroyska vinnan ger stórar íløgur í at taka ímóti uppsjóvarfiski og royn at virka hann.
Men samstundis staðfesti Johan Dahl, at náttúruríkidømi, sum kemur brádliga, kann eisini hvørja brádliga so hann vónar at vinnan nýtir tær góðu tíðirnar sum nú eru, til at breiðka vinnuliga grundarlagið.
Annars fegnaðist hann um framgongdina í samfelagnum, har øll lykklatøl nú vísa rætta vegin.
Men hann vísti eisini á, at hetta hevur skapt fløskuhálsar og tí er tað nú vorðið lættari at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða.
Men tað leggur eisini ábyrgd á vinnulívið so at skipanin ikki verður misbrúkt.
Føroyskar fyritøkur mugu vísa, at tær eru førar fyri at bera tað ábyrgd, ein opin arbeiðsmarknaður hevur við sær.
Tað er longu nú eitt sindur av rumbl um, at føroysk arbeiðsmegi sett til viks og bílig, útlendska arbeiðsmegi sett ístaðin.
Men Johan Dahl ivast ikki í, at vinnan ber seg rætt at, og livir upp til ábyrgdina tey hava fingið.