Vit hava lyndi til at gloyma, at tað er ríkisfelagsskapurin, sum er okkara trygd í teimum stóru uttanríkismálunum og í verjumálunum. Tað helt Edmund Joensen, fólkatingsmaður, fyri á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum seinasta vikuskiftið.
Hann staðfesti, at Tað er Nato, sum verjir okkum og har er vit øll fyri ein og ein fyri øll, men tað er danska ríkið, sum rindar fyri hesa verjuna.
Málið hjá natolondunum er, at tey skulu rinda tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni um árið til trygd og verju, og tað merkir, at skuldi Føroyar verið sjálvstøðugur limur í Nato, hevði tað kostað okkum yvir 400 milliónir um árið í limagjaldi.
– Í sambandsflokkinum er tað okkara politikkur at verða verandi í ríkinum og at verja okkum upp á hendan mátan, segði hann.
Samstundis átalar Edmund Joensen, at tað tekur okkum so langa tíð at taka avgerð um radaran, sum Nato hevur søkt um at sleppa at seta upp í Føroyum. Og hann heldur, at tað kemur okkum í ringt orð, at vit liggja og bøla á málinum, uttan at taka nakra avgerð.
– Nato hevur gjørt eina radioskipan úr norði og heilt suður í Atlantshav. Men tað er eitt hol í hesi skipanini og tað eru Føroyar. Guð viti, hvat tey hugsa um okkum, at vit ikki vilja seta radaran upp, sigur hann.
Hann heldur, at radarin er vorðin til eina kastibløku í einum partapolitiskum stríði ímillum loysing og samband, ístaðin fyri at lata tað vera ein spurning um tað, sum tað í roynd og veru snýr seg um, nevniliga ein spurning um verju og trygd.
– Vit skulu skunda okkum at fáa radaran upp, tí tað er einki at bíða við, sigur Edmund Joensen.