? Tað hevði verið ein fyrimunur fyri okkum at farið á húsagang

? Virkið í Miðvági hevur givið yvirskot hvørt ár, uttan í 1984. Tað hevur eisini givið yvirskot undir Fiskavirking. Tí er onki skil í at lata tað aftur og hava undirskotsvirkini gangandi ístaðin

? Tað hevur gingið upp og niður alla tíðina. Fyri tað allarmesta hevur tað gingið gott. Men so baldrut, sum hesi árini undir Fiskavirking, hevur tað ongantíð verið.

Helgi Hansen í Miðvági hevur verið maskinmaður á flakavirkinum í Miðvági frá fyrsta degi.

Hann sigur, at sum heild hevur virkið gingið væl.

? Rættilig gongd koma á virkið í 1982, tá ið Jason Johannesen tók yvir

? Vit hava havt yvirskot hvørt ár síðani 1984, tá ið marknaðarprísirnir brádliga fullu nógv og vit mistu 800.000 uppá eina nátt, sigur hann.

? Virkið hevur eisini gingið gott undir Fiskavirking. Vit hava betalt einar sjey milliónir í Fiskavirking hesi árini.


Tvingað uppí Fiskavirking

Helgi Hansen sigur, at so kom tað upp fyrst í nítiárunum, at øll fiskavirki í landinum skuldu undir sama hatt.

Og hóast virkið í Miðvági gekk væl, vórðu vit tvingað uppí fiskavirking.

Hann sigur, at tað syrgdi bankin fyri, tí brádliga fór bankin at verða so avbera tekur at veita virkinum kreditt til fiskakeyp og trygd fyri tí, teir keyptu, at tað bleiv vónleyst at halda fram.

Hann sigur, at samstundis fingu tey gylt lyfti frá Fiskavirking um alt arbeiði, tey skuldu fáa.


Fingu bara avlopið

? Men kjótt fingu vit annað at síggja. Vit komu í sama pott sum virkið í Runavík við felags virkisleiðari, sum bleiv Jónsvein Knudsen í Saltangará.

? Jónsvein Knudsen hevði sína bygd at hugsa um. Og eg tori at siga, at hann altíð tók virkið í Runavík framum okkara. Tað bleiv sera rupult at fáa fisk til virkið. Ja, vit fingu snøgt sagt ikki fisk, fyrrenn tey høvdu nokk í Runavík. so fingu vit avlopið.

Hann sigur eisini, at tað var óheppið, at virkið í Miðvági skuldu verða upsavirkið.

? Upsin er dýrur at arbeiða, men bíligur at selja.

Hann heldur, at tað er nógv fyri at siga tað, men fyri vágafólk hevði tað verið ein stórur fyrimunur, um virkið varð farið á húsagang fyrst í nítiárunum, tí so høvdu tey kunnað keypt tað aftur.

Høvdu tit annars stórar vónir til Fiskavirking?

? Eg veit ikki, hvat eg skal siga. Fyri okkum hevur tað fyri so vítt størstan týdning at hava arbeiði. Hvussu virkið eitur, ella hvør arbeiðsgevarin er, hevur minni týdning. Men vit kunnu bert ásanna at Fiskavirking hevur stýrt fiskinum uttanum virkið í Miðvági, og tað er øguliga harmiligt.

Føla tit tykkum lumpað av fiskavirking?

? Tú, nú eri eg í føstum starvi hjá Fiskavirking og eg ætli mær at verða trúgvur ímóti mínum arbeiðsplássi, hóast eg haldi meg hava rætt at vera ónøgdur. So tað fari eg ikki at gera viðmerkingar til.

Men hann heldur í hvussu so er tað, at virkið í Miðvági hevur ongantíð havt ein kans.

? Tað hevur alla tíðina, javnan og savnan ljóðað, at nú skal virkið í Miðvági latast aftur, og nú skal tað latast aftur. Alla somlu tíðina hevur hetta ljóða fyri oyrunum á okkum, so tað hevur verið eitt sálarligt trýst uttan líka.


Mótmæla harðliga

Helgi Hansen fylist eisini harðliga á ætlanirnar at miðsavna alt fiskaarbeiði í Havn, og rundanum Havnina.

? Hvør skal hava fiskaarbeiði, uttan útjaðarin. Í miðstaðarøkinum er so nógv annað arbeiði.

? Tað varð nógv betri, at Bacalao í Havn varð stongt og framleiðslan løgd í útjaðarunum, tí har eru ikki aðrir møguleikar.

Hann spyr eisini, hví Fiskavirking keypti virkið í Miðvági.

? Av tí at teir keyptu virkið, hava teir eisini skyldu at hava tað opið. Annars dugi eg ikki at síggja endamálið við at keypa virkið. Varð endamálið at lata virkið aftur, var reiðiligari at teir lótu virkið fara, heldur hann.

Politiskt trýst

Helgi Hansen sigur, at Fiskavirking er fult av almennum pengum, sum øll eiga. ? Tí hevur Fiskavirking eisini skyldur mótvegis okkum øllum.

? Tí verður neyðugt at leggja politiskt trýst á fiskavirking fyri at hava virkini opin.

Hava tit ikki tríggjar politikarar í oynni?

? Eg havi hvørki sæð teir, ella hoyrt nakað til teir enn. ? Mín meining um teir egnar seg ikki at seta á prent. Teir neyvan undan kavi aftur fyrrenn teir skulu veljast aftur á ting, heldur Helgi Hansen.