- Tað hevur gingið striltið at halda málini, Føroyar hava sær fyri í veðurlagspolitikkinum, sum varð samtyktur í 2009.
Tað ásannar Annika Olsen, løgtingskvinna.
Og nú vil hon hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um ætlanin er, at Føroyar skulu taka undir við nýggju veðurlagsavtaluni. Hon vil eisini hava at vita, hví Føroyar ikki vóru við á veðurlagsráðstevnuni í París herfyri.
- Tað undrar, at nú nýggj veðurlagssemja er undirritað í París, hevur einki politiskt umboð fyri Føroya landsstýri verið við á ráðstevnuni, sigur hon.
- Málini vóru gylt í 2009, men tíverri hevur tað gingið heldur striltið at hildið hesi mál, staðfestir løgtingskvinna.
Men hon heldur, at verður ferðin sett upp, ber framvegis til at røkka málinum.
Eftir veðurlagspolitikki Føroya, skulu 75 prosent av elorkuframleiðsluni stava frá varandi orkukeldum í 2020 og nú hevur SEV sett sær fyri, at í 2030, skal øll elorkan vera grøn.
Annika Olsen heldur, at Føroyar eiga at seta sær greið mál á hesum øki, men tað er av alstórum týdningi, at vit vit vísa okkum fram á altjóða pallinum og at vit vísa, at vit taka umhvørvið í álvara
- Tað hevur stórt marknaðarvirði fyri Føroyar, bæði sum ferðamannaland og fyri teir vinnumøguleikar, ið standast av veðurlagsbroytingunum, sigur Annika Olsen.