- Eg bjóðaði meg fram og meirilutin hevði álit á mær, sigur Gunnhild Hansen, sum er forkvinna í fyrsta ungdómsráðnum í Havn Tað sigur Gunnhild Hansen, sum nú er vald til forkvinnu í fyrsta ungdómsráðnum í Tórshavnar Kommunu.
Les eisini: Gunnhild er fyrsta forkvinnan
Hon staðfestir, at hetta er fyrstu ferð, at eitt ungdómsráð er valt í Tórshavnar Kommunu og hon heldur, at tað hevur stóran týdning, at hetta hepnast væl. Hon sigur, at spyrst okkurt gott burtur úr ungdómsráðnum, fer tað at eggja fleiri ungum at fara á val um tvey ár, tá ið ungdómsráð skal veljast aftur.
Tað fyrsta tey hugsa um at gera, er skriva til allar skúlar í Tórshavnar Kommunu at gera teimum greitt, at vit eru til, og fáa hugsko frá teimum um, hvat ráðið skal arbeiða við.
Men hon ætlar eisini at savna allar nevndarlimirnir saman at tosa um, hvørji mál, ungdómsráðið skal arbeiða við
Á Myndini eru tey frá vinstru: Ásvør Lognberg, Tór Marni Weihe, Gunnild Hansen, Magnus Heinason Eysturoy og Harald Joensen
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gunnhild Hansen greiða frá
|