Tað kann forfylgja teimum í fleiri ár

At stjala ein pakka av dropsum í einum handli kann fáa størri avleiðingar, enn tey flestu geva sær far um

Løgreglan sigur, at tað er ikki so sjáldan, at ringt verður til tey úr handlum at melda, at onkur hevur verið inni og stolið. Ofta eru tað ungfólk sum stjala sær eitt sindur av góðgæti, ella okkurt annað smáting.

 

Men løgreglan sigur eisini, at tey hava varhugan av, at hetta vindur upp á seg, tí fráboðanirnar eru fleiri í tali nú, enn tær hava verið.

 

At stjala in lítlan dropspakka fyri einar 10 krónur, kann tykast at vera eitt bagatell – men tað er tað ikki altíð, sigur løgreglan. Tað kann nevniliga forfylgja tí unga í fleiri ár – og onkuntíð restina av lívinum.

 

Í hesum sambandi minnir løgreglan á, at nú er tað heilt vanligt, at tað er neyðugt at hava reina revsváttan fyri at fáa eitt starv. Men verður ein, sum er yvir 15 ár, tikin fyri stuldur í einum handli, fáa tey ikki eina reina revsiváttan, sama, hvussu lítil stuldurin er. At stjala er at bróta revsilógina og tað verður sett á revsiváttina, sigur løgreglan.

 

Tað avleiðingin er, at fólk, sum ikki hava eina reina revsiváttan, kunnu verða útihýst frá at fáa ymisk størv. Viðmerkingar um brot á revsilógina, verða ofta standandi í ferðslulógini í fimm ár, áðrenn verða strikað aftur.

 

Men onkuntíð standa tey enn longri í revsiváttanini – og er talan um eitt starv í løgregluni, ella aðrastaðni, sum krevur eina trygdargóðkenning, verður tað standandi í revsiváttanini fyri lívið.

 

– Í slíkum førum skal støða takast í hvørjum einstøkum føri og er talan um smáttarí, sum er hent fyri fleiri árum síðani, fær tað neyvan nakran týdning fyri at fáa starvið. Men tað verðu so standandi sum ein svartur blettur í revsilógini restina av lívinum, sigur løgreglan.