Dagny Joensen
Jens Kr. Vang
Tað eru minni enn so øll, sum hava onkran at fara til á jólum, ella sum hava familju ella vinir at halda jól saman við.
Oftani eru tað fólk, ið eru komin so væl til árs, at hjúnarfelagi og vinfólk annars, eru farin.
Nógv kenna seg einsamøll, serliga á jólum. Hetta er allarmest av øllum familjuhátíð, tá fólk geva sær stundir til nærri samveru enn í vanliga gerandisdegnum.
Ein teirra, sum situr einsamallur, eftir at bæði konan og sonurin eru farin, er Petur Michelsen í Havn. Hóast hann gjørdist lamin fyri góðum fimm árum síðan, og ikki hevur verið uttan fyri dyr í eitt ár, kennir hann seg ikki einsamallan. Hann stúrir ikki fyri jólunum, og er fegin um hvønn dag hann kemur fram. Tað kemur ikki fyri, at hann keðir seg.
Í hugnaligu stovuni eru eingi tekin um, at jólini nærkast í stórum.
Øll eru farin
- Tá fyrst sonurin og seinni konan doyðu, so var ikki so nógv at halda jól fyri, sigur Petur Michelsen.
Hann skundar sær at leggja aftrat, at hann er takksamur fyri, at hann sálarliga altíð hevur verið væl fyri. Tað krevst, tá øll hini eru farin og tú situr einsamallur eftir, sigur Petur.
Skalt tú eisini sita einsamallur jólaaftan?
Eg havi sitið einsamallur á jólum seinastu 10 árini, so tað er einki nýtt fyri meg, sigur Petur Michelsen. Ein beiggi, sum er 79 og 81 ára gamla systir mín búgva eisini í Havn, men eg vil vera heima á jólum, sigur Petur Michelsen.
Beiggin vitjar Petur at kalla hvønn dag, men systirin er vorðin sjúk, tó at hon vitjar av og á.
Annars áttu vit son, men hann doyði fyri 22 árum síðan, bert 29 ára gamal.
Kennir ikki til einsemi
Tað bilar ikki, um eg siti einsamallur, tí eg kenni meg ikki einsamallan kortini.
Av og á kemur ein vitjanarvinkona til mín, og tað er ógvuliga stuttligt, umframt at heimahjálpirnar koma inn á gólvið tvær ferðir um dagin.
- Nei, eg havi als onga neyð, sigur Petur Michelsen brosandi og peikar á sjónvarpið, sum júst endursendir finaluna frá HM í kvinnuhondbólti á einari týskari sendirás.
Hann er sera fegin um at hava sjónvarpið og tá parabolirnar komu, fekk hann sær eina beinanvegin. Tað gevur atgongd til einar 40 ymsar rásir.
Sjónvarpið er hugaligt at hava, og føroysku og donsku bløðini við. Eg lesi hvønn bókstav.
Serliga væl dámar honum ítróttarsendingar náttúru- og djórasendingar, sendingar um matgerð á BBC o.s.fr..
- Oftani noyðist eg at matgera áðrenn tær góðu sendingarnar koma, sigur Poul Michelsen.
Spurdur, um hann sjálvur kókar døgurða o.a., sigur Petur Mchelsen, at honum dámar ikki so væl kjøt, og at hann tí ikki vil hava mat aðrastaðni frá. Tað sakar ikki, tí Peturi dámar væl at matgera.
Ger sjálvur
jóladøgurðan
- Hvat skal tú hava til døgurða jólaaftan?
- Eg havi ikki hugsað um tað enn, men eg eigi tartelettir og okkurt fyll at koyra í, so tað verður helst tað - og so onkran fiskarætt, sum eg fari at fáa mær jólaftan.
Gerandisdagurin er skrásettur hjá Paturi Michelsen. Hann fer upp um kl. seks-sjey á morgni, fær sær morgundrekka og roksar uppi - sum hann tekur til - eina løtu. So leggur hann seg aftur til heimahjálpin kemur kl. 8.30. Tá fer hann upp aftur og situr uppi til umleið kl. 22 á kvøldi.
Hann er sera fegin um at heimahjálpirnar koma til hansara, er nøgdur og hevur einki at finnast at.
Petur Michelsen heldur fyri, at hann oftani tekur seg í at sita í skellilátri, tá hann lesir bløðini ella situr framman fyri sjónvarpinum. Hann skilir ikki hesi fólkini, sum halda alt vera so torført og sum stúra fyri øllum.
- Tað ræður um at síggja tað stuttliga í øllum, so er tað ikki torført at sita einsamallur.
Skrivað jólakort og fingið gávur
Seinastu tíðina hevur hann skrivað jólakort og sent jólapakkar til eitt systkinabarn og eina tantu í Danmark. Tantan er yngri enn Petur, og hon hevur vitjað hann tvær ferðir , og jú - hann hevur eisini fingið jólagávur, sum verða pakkaðrar upp jólaaftan.
Hann er einki fyri hesum jólafjasinum, og vil ikki hava jólatræ ella annað jólaprýði í stovu síni.
Jólahátíðin er fyri mær eins og allir aðrir dagar, sigur Petur Michelsen.
Saknar vinmannin
Hvussu er at gerast gamal í Føroyum?
Tað haldi eg vera sera gott, og eg havi einki at finnast at. Havi sjálvur bygt mær hesi húsini, sum eg nú havi selt einum svágri, og havi fingið leiguíbúð á ovaru hædd her.
Torførast er, at eg sakni vinirnir, sum nú allir eru farnir. Serliga sakni eg Chr. Restorff, mín góða vin. Vit vóru so væl, og tosaðu saman í telefon hvønn dag. Vit høvdu nógv felags, og kundu tosa um alt, sigur Petur Michesen, sum í síni starvstíð frá 1938 - 1968 var byggimeistari og entreprenørur, og m.a. bygdi Hotel Hafnia, eins og at kalla flestu stovnsbygningar í Havn, umframt hópin av sethúsum.
Hann bygdi m.a. øll raðhúsini í J. Patrusonargøtu, har hann eisini býr í dag.
- Eg hevði ógvuliga nógv at gera, og tá arbeiðið var av tí mesta, hevði eg 90 mans í arbeiði.
Petur Michelsen er fráhaldsmaður og hann stjórnaði fráhaldsblaðnum Dúgvuni, sum kom út fyrstu ferð í 1942.
Hann hevur eisini týtt og yrkt nógvar sangir, m.a. yrkti hann ³Føroyar tá sólin í tindrandi megi3.
- Tað er hugaligt at líta aftur um bak, til tíðina tá eg var virkin í samfelagnum.
- Eg havi mangan hugsað um tað,tá eg hoyri nøvnini á teimum, sum skipa fyri í dag. Hjá mær hava bæði professarar, læknar og studentalærarar arbeitt. Teir plagdu at koma heim um summarið, at vinna sær nøkur oyru í summarfrítíðini, sigur Petur Michelsen.