Tað rættasta er at býta Havnina sundur í trý øki

– Summir býráðslimir í Havn halda eisini, at tá ið veljarar fara á val, er tað ikki allastaðni, at tað er dulnevnt

Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur býráðið samtykt at heita á landsstýrið um at góðkenna, at Hoyvík verður eitt valdømi fyri seg.

 

Tað høvi brúktu býráðslimir til at skifta orð um mátan, val verða fyriskipað upp á  í Havn – og teir eru ymiskir á máli.

 

Ein býráðslimur, sum heldur, at tað eru ov fá valdømi í Havn, er Kári Johansen, býráðslimur fyri Javnaðarflokkin. Hann heldur sostatt, at Havnin, Argir og Hoyvík eiga at vera býtt sundur í trý valdømi í Havn, eitt eystara valdømi, eitt vestara valdømi og eitt norðara valdømi.

 

Hann sigur, at hóast Hoyvík verður eitt valdømi fyri seg við næstan 3.300 veljarum, eru tað framvegis yvir 10.000 veljarar eftir, sum allir skulu niðan í ítróttarhøllina á Hálsi at velja. Hinvegin er Argir eitt lítið valstað við sløkum 1.800 veljarum.

 

Tí skýtur hann upp at býta Havnina sundur í trý valstøð, sum øll skulu vera javnt stór. Tað merkir, at nøkur havnarfólk skulu eisini út á Argir at velja.

 

Annfinn Brekkstein, býráðslimur fyri Sambandsflokkin tekur ikki undir við at býta Havnina sundur í fleiri valdømi. Hinvegin heldur hann, at tað eru nøkur valdømi í kommununi, sum eru ov lítil. Í hesum sambandi vísir hann á, at Velbastað er eitt valdømi fyri seg, tí har eru bara 240 atkvøður. Hann er sannførdur um, at hetta er alt ov lítið valdømi til at veljarar kunnu vera dulnevndir.

 

Vit vita eisini, at fólk fara av Velbastað til Havnar at velja við brævatkvøðu fyri at verða dulnevnd, segði hann á býráðsfundinum.

 

Aðrir býráðslimir eru samdir í, at tað eru nøkur valdømi, sum eru so smá, at tað er skjótt at rokna út, hvør velur hvat. Men býráðslimir siga eisini, at hetta snýr seg um fólkaræðið og tí eiga valstøð ikki at vera so stór sum tað í høllini á Hálsi, tí har er bíðitíðin at sleppa fram at at velja ov long til tíðir. Serliga valdagar tá ið veðrið er ringt, kann tað fáa fólk at setast fólk aftur og tað er ikki gott fyri fólkaræðið.

 

Hinvegin eru tað eisini býráðslimir, sum halda, at fólk á smærru plássunum vilja varðveita sítt valdømi. Tað eru nógv, sum vilja sleppa at velja í heimbygdini, so býráðið skal ikki taka stig til at avtaka valstøð, uttan at tað er kannað væl og virðiliga. Og býráðslimir halda eiisini, at ein máti er at varðveita tey smáu valdømini, men at flyta atkvøðurnar á eitt størri valdømini at verða taldar upp.